týsdagur, 3. september 2019

Søfie Søberg til Hoyvíkar


H71 hevur gjørt avtalu við Sofie Søberg Larsen um at spæla fyri H71 kappingarárið 2019/20.

Sofie, sum verður 23 ár nú fríggjadagin, er lám og spælir vanliga á høgra bakki. Sofie kom til Føroya undan seinasta kappingarári, tá hon spældi við Neistanum.

 

Vit í H71 eru sera fegin um avtaluna við Sofie, og vit vóna, at hon kann vera við til framhaldandi menningina av kvinnuhondbóltinum í Hoyvík. Umframt at spæla við besta kvinnuliðnum, so verður Sofie eisini venjari hjá gentuliðum.

 

Landskappingin hjá kvinnunum er nú, eftir at VB er komið við aftur, víðkað til sjey lið. Leisturin verður tí tann sami sum hjá monnunum, har fýra tey fremstu, eftir grundspælið, skulu spæla hálvfinalur um at sleppa at spæla FM finalur.

 

Einar Jónsson, høvuðsvenjari, sigur soleiðis: "Vit vænta, at Sofie kann styrkja okkara lið bæði í verju og álopi, og vónin er, at vit í øllum førum kunnu røkka hálvfinalunum í bæði steypa- og landskappingini".

 

Vit ynskja Sofie hjartaliga vælkomnari til H71 og til Hoyvíkar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com