mánadagur, 2. september 2013

Frágreiðing frá AA


Mynd: Petur Mittún

Venjaranir hjá Atlantic Airways-liðnum geva her ein status.

So er enn ein vika farin av uppstartinum og harvið ein vika minni til kappingin byrjar!

Aftaná eitt hendingarríkt og strævið vikuskifti, har mennirnir gingu úr Vestmanna til Tjørnuvík, var síðsta vika meiri lík eini vanligari uppstarts viku. Hørð og tung venjing, sum endaði við venjingardysti móti Kíf sunnudagin.

llveðrið í endanum av síðstu viku setti sín dám á rennivenjingarnar áðrenn venjing fríggjakvøldið, so eitt bussskýli bleiv nýtt til at kroka í, tá ið ælini vóru uppá tað harðasta (sí mynd). Harumframt bleiv ætlaða Golf venjingin leygardagin avlýst vegna veður. Fyrsti venjingardysturin í hesum kappingarárinum var móti FM vinnarunum frá í fjør, Kíf. Úrslitið gjørdist 32-29 til Kíf, eftir at vit høvdu havt munin fyrsta helming av dystinum. Alt í alt ein góðkendur innsatsur, har úrslitið ikki hevði fyrstu raðfesting, tó so at ein ongantíð skal verða nøgdur við at tapa. Aftaná dystin spældu 2. lið hjá somu feløgum eisini venjingardyst. Hendan dyst vunnu vit rímiliga greitt við 9 málum.

Nú vit hava vant í ein góðan mánað kunnu vit staðfesta, at hugburðurin til venjing er góður og uppmøtingin somuleiðis góð. Umleið 20 leikarar eru til hvørja venjing.

Komandi vikuskifti er venjingarlega á skránni. Hópurin kemur at húsast á Gjárgarði og venja í høllini á Eiði. Venjingarlegan verður frá hóskvøldinum til sunnudag seinnapart. Umframt venjingar, verða eisini venjingardystir á skránni. Leygardagin skal liðið luttaka í venjingarkapping, sum Kíf skipar fyri í høllini í Kollafirði. Liðini sum luttaka eru: Víf, Kyndil, Kíf og H71. Sunnudagin seinnapart er venjingardystur móti Neistanum á skránni í høllini á Eiði.

Venjararnir



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com