mánadagur, 10. februar 2020

Steypafinalurnar 2020


Talan er um 12 steypafinalur, og H71 hevur lið í ikki færri enn 10 teirra!

Og av 24 liðum eiga vit heili 11!!

 

Hvussu tað ber til? Jú, sært tú, vit eiga bæði liðini í D10.

 

Fyri felagið er tað ein rein win-win-støða. Fyri liðini bæði hvørt sær telur bara eitt: at vinna á hinum liðnum!

 

Tað minsta, sum vit sum áskoðarar kunna gera, tað antin av velja okkum tað eina liðið at halda við - ella bara at klappa fyri teimum báðum :)

 

 

Eitt er at koma í finalu. Tað í sær sjálvum er gott - men tað kann verða betri.

Endamálið er nevniliga at vinna finaluna, onki meira og onki minni.

 

Og í royndini at náa tí málinum hava øll liðini hjá okkum brúk fyri øllum tí stuðli, tey kunna fáa - tey hava brúk fyri áskoðarum, sum kunna eggja teimum til sigur!

 

So tú - nú veitst tú, hvat tú skalt brúka komandi vikuskifti til, ikki sannheit?

 

Tað fer at verða skipað fyri upphitingum - kunning kemur um tað seinni í vikuni.

 

Finaludystirnir eru hesir:

 

Leygardagin 15. februar

Klokkan Deild Lið 1 Lið 2
13:30 Kvinnur H71 VÍF
16:00 Menn H71 Kyndil
18:00 G18 Kyndil H71
19:30 D18 Neistin H71 b

 

 

Sunnudagin 16. februar

Klokkan Deild Lið 1 Lið 2
12:50 G10 VÍF StÍF
13:30 D10 H71 b H71 a
14:10 G12 H71 VÍF
15:00 D12 H71 Neistin
15:50 G14 H71 StÍF
16:50 D14 H71 Neistin
17:50 G16 Kyndil Neistin
19:25 D16 H71 b VÍF

 

 

 

Felag Lið í kappingini
H71 11
Kyndil 3
Neistin 4
StÍF 2
VÍF 4

 

 

Hetta við 11 liðum í 10 finaludystum, tað má sigast at vera góð framgongd í mun til seinasta ár.

Vit kunna vera stak væl nøgd við okkara leikarar og venjarar smiley

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com