leygardagur, 18. juli 2020

Carsten skal venja kvinnurnar


H71 hevur gjørt avtalu við danska hondbóltsvenjaran, Carsten Thomsen, um at hann komandi kappingarár skal venja bestu kvinnurnar hjá felagnum.

– Eg gleði meg sera nógv til uppgávuna sum venjari hjá H71-kvinnunum, og teir dagarnar, eg var og vitjaði felagið herfyri, kom eg í samband við nógv dámlig fólk, sum eg gleði meg til at læra nærri at kenna. Og so eru Føroyar við síni stórbæru natúru eisini eitt spennandi land at koma til.

 

Tað sigur 50 ára gamli Carsten Thomsen, sum er úr Kolding, men seinnu árini mest hevur gjørt vart við seg sum venjari í Vejle, har hann síðstu fýra árini hevur verið við til at tryggjað kvinnuliðnum hjá Vejle HK uppflyting úr 3. upp í 2. deild. Undan tí hevur hann eisini verið við til at fingið kvinnuliðið hjá Haderslev KFUM úr 3. upp í 1. deild.

 

– Nú havi eg forhoyrt meg eitt sindur hjá fólki, ið kennir til føroyskan kvinnuhondbólt, og millum annað havi eg fingið at vitað, at hugurin at venja er góður. Tað ger ikki minst, at eg gleði meg nógv til uppgávuna, tí í Danmark verður nógv vant í liguni, men ikki so nógv niðri í deildunum, sigur Carsten Thomsen.

 

Flyta spælararnar

– Tí gleði nógv meg til uppgávuna, og serliga spentur eri eg at sleppa at hava venjingar fleiri ferðir um vikuna, so eg kann síggja, hvussu tað kann flyta spælararnar, sigur venjarin, ið hevur gjørt avtalu við H71 í eitt ár. Hallur Danielsen heldur fram sum hjálparvenjari.

 

Carsten Thomsen hevur í DHF-høpi bæði ungdómsvenjaraprógv og prógv sum divisiónsvenjari, og síðani 2006 hevur hann verið venjari í Fredericia, Vejle, Haderslev og Kolding, og í mars 2018 var hann knýttur at U20- og U16-landsliðunum hjá Georgia.

 

– Tað var nú ikki so leingi, men nóg leingi til, at eg hevði hug at royna okkurt í einum øðrum landi, so nú møguleikin stóð mær í boði at koma til Føroya, var lætt hjá mær at taka av, tí eg síggi hetta eisini sum ein møguleika at royna nakað annað enn tað, eg havi verið vanur við, sigur Carsten Thomsen, sum byrjar í starvinum sum venjari hjá H71-kvinnunum eftir ólavsøku.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com