mikudagur, 4. september 2013

Hondbóltsmennari settur í starv


Flemming Oliver Jensen settur í starv sum hondbóltsmennari í H71

H71 boðar við hesum frá, at Flemming Oliver Jensen er settur í starv sum hondbóltsmennari í H71 fyri kappingarárið 2013/14. Hann byrjar í starvinum 21. oktober í ár.
Í tøttum samstarvi við nevnd og høvuðsvenjarar felagsins skal hesin samskipa og menna ungdómsdeildina hjá H71.

Starvssetanin er ein ásannan av, at H71 er í støðugum vøksturi samtíðis sum krøvini til felagið herðast. Hondbóltsmennarin kemur at búleikast í Hoyvíkshøllini, og kemur tí eftir ætlan at vera ein sjónligur partur av felagsins virksemi, øllum til gagns.

Flemming Oliver Jensen er dani, og hevur ein EHF Mastercoach Degree. Hann hevur, umframt í Danmark, verið venjari í Noregi og Póllandi.
Í Danmark gjørdist hann, sum venjari hjá Virum-Sorgenfri, eitt nú danmarksmeistari og endaði í Europa Cup-finaluni.
Frá 2003-2006 var hann ítróttarstjóri og høvuðsvenjari í TMS Ringsted. Í 2007 venjari hjá Byåsen, Norra. Í 2009 venjari hjá Wisla Plock, Póllandi.
Hann hevur hægstu útbúgving hjá Dansk Håndbold Forbund, og arbeiðir hann eisini sum DHF-instruktørur.

Eftir ætlan fer Flemming Oliver Jensen at brúka sína orku, hugsjónir og royndir á slíkan hátt, at allir limir felagsins fara at nýta væl av tí.
Við hesum roknar H71 við, at Flemming Oliver Jensen kemur at vera ein íblástrarkelda fyri H71.

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com