mikudagur, 3. mars 2021

Tað endaði 1-1 ímóti VÍF


Kvinnurnar vunnu og menninir taptu, tá ið H71 í gjárkvøldið tók ímóti VÍF í landskappingini í ávikavist SMS- og Burn-kappingini.

VÍF-kvinnurnar spældu fyri sínum seinasta møguleika at koma millum fýra tey síðstu fýra liðini, men tað miseydnaðist, tí H71 livdi upp til favorittheitið og vann. H71 slapp ikki ordiliga av við VÍF í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin riggaði betur, og H71 vann við fimm málum.

 

Við sigrinum er H71 nummar tvey við 23 stigum, fýra færri enn Kyndil og fýra fleiri enn Neistin. Hesi trý enda millum tey síðstu fýra, og StÍF, sum hevur sjey stig færri enn H71, verður fjórða liðið.

 

SMS: H71-VÍF 32-27 (16-15)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 9, Marita Mortensen 9, Jana Mittún 5, Eva Barba Arge 3, Elisabeth Holm Simonsen 2, Brynhild Pálsdóttir 1, Durita Toftum 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1

 

Menninir snávaðu

Í Burn-deildini er ikki enn greitt, hvørji fýra lið koma at kappast um hálvfinaluplássini, men greitt er, at VÍF og H71 í øllum førum eru komin so langt. Hinvegin er kappingin enn hørð millum Neistan, KÍF og Team Klaksvík um fjórða plássið.

 

Í gjárkvøldið hevði H71 møguleikan at taka oddasessin frá VÍF, og hóast tað eitt fitt petti inn í seinna hálvleik sá út til at kunna lata seg gera, høvdu vestmenningar betra endaspurtin og hildu seg síðstu 20 minuttirnar tvey, trý og fýra mál frammanfyri og vunnu eisini við trimum, tá ið avtornaði.

 

Burn: H71-VÍF 27-30 (14-13)

Málskjúttar: Rúni Vest Højgaard 6, Peter Krogh 5, Niklas H. Hanusson 3, Pætur Thomsen 3, Hallur Biskoptstø 2, Leivur Mortensen 2, Poul Símun í Garði 2, Sveinur Olafsson 2, Baldur Gillason 1, Hans Kári Hansen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com