leygardagur, 6. mars 2021

Menninir til Kollafjarðar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Í kvøld klokkan 18 skal besta mansliðið til Kollafjarðar at spæla ímóti KÍF, sum er eitt av trimum liðum, ið kappast um at koma í hálvfinalurnar, har VÍF og H71 longu hava tryggjað sær sess.

 

H71 er næstfremst við 23 stigum, sum eru trý færri enn oddaliðið, VÍF. Síðani koma Neistin við 17, KÍF við 16 og Team Klaksvík við 14 stigum, og hóast tey bæði fyrrnevndu liggja betur fyri og hava spælt ein dyst minni enn klaksvíkingar, er als einki avgjørt.

 

Fyri H71 hevur tað eisini nógv at siga, at eitt gott úrslit fæst í Kollafirði í kvøld, tí enn er møguleiki at vinna grundspælið. Teir báðir fyrru dystirnir ímóti KÍF eru endaðir við H71-sigri – fyrst 24-22 í Kollafirði í oktober og síðani 29-23 í Hoyvík í november.

 

Hinir báðir dystirnir hetta umfarið eru eisini í dag, og teir eru Kyndil-StÍF klokkan 16 og Neistin-VÍF klokkan 18.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com