fríggjadagur, 5. mars 2021

Vunnu tryggan sigur í Vági


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Kvinnurnar hjá H71 hava í kvøld suðuri í Vági vunnið ein tryggan sigur á VB. Dysturin endaði 29-21 til H71, sum var á odda 17-11 í hálvleikinum, og annars var á odda allan samlan dystin.

Beinanvegin fór H71 upp á 4-0 við góðum hugflogi og kvikum spæli, og tað var eisini gjøgnumgangadi fyri fyrra hálvleik, hóast VB fekk tikið seg eitt sindur nærri og ta einu løtuna bara var tvey mál aftanfyri.

 

Í seinna hálvleiki vóru millum sjey og níggju mál á muni allan vegin, hóast dygdin á spælinum hevði hug at dala í løtum og bæði lið gjørdu nógvar feilir. Seinna part av seinna hálvleiki fingu fleiri av okkara spælarum, ið kanska hava saknað minuttir, møguleikan á vøllinum.

 

Sigurin merkir, at H71 hevur 25 stig, sum eru tvey færri enn Kyndil, nú bæði lið hava tveir dystir eftir. Neistin, sum er seks stig aftan fyri H71 og hevur spælt ein dyst færri, er næsta mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum.

 

Undan dystinum fingu Bogi Mortensen og Gurið Krosslá Augustinussen blómur frá spælarum hjá H71 í sambandi við, at tey bæði herfyri fingu heiður frá ÍSF – Gurið sum Ítróttarfyrimyndin 2020 og Bogi vegna Faroe Islands Handball Cup sum Ítróttarátakið 2020.

 

VB-H71 21-29 (11-17)

Málskjúttar: Jana Mittún 6, Marita Mortensen 5, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Eva Barba Arge 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Christina Turiðardóttir Arge 2, Elsa Egholm 2, Elisabeth Holm Simonsen 2, Sára Jacobsen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

 

 

Støðan

Dystir

Vunnin mál

Tapt mál

Munur

Stig

KYNDIL

16

438

333

105

27

H71

16

476

423

53

25

NEISTIN

15

426

348

78

19

STÍF

16

449

452

-3

16

VÍF

15

385

412

-27

10

VB

16

378

480

-102

9

STJØRNAN

16

396

500

-104

4

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com