sunnudagur, 11. apríl 2021

VÍF tók fyrsta stikkið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Nú ræður um hjá H71 at steðga vestmenningum í Hoyvíkshøllini mikukvøldið, so FM-vónin kann verða hildin á lívi, hóast fyrsta finalan varð tapt.

Tað var VÍF, ið byrjaði betur, hóast okkara menn kláraðu at fylgja væl við fyrstu 10 minuttirnar, tá ið bara eitt mál var á muni. Men so leyp VÍF avstað og økti munin upp í fýra mál fyrst og síðani undan steðginum upp í bæði fimm og seks mál.

 

Lítið mætari var álopsspælið hjá H71 at byrja við eftir steðgin, tá VÍF bara økti um munin, so tað byrjaði at líkjast tí heilt stóra skrædlinum.

 

Tá ið tað so ímóti endanum eydnaðist at steðga bløðingini, var tað við ungum undangongumonnum, og burtur úr rúgvuni kann nevnast Sveinur, ið skjeyt fimm mál tað seinasta korterið av dystinum, so úrslitið fríðkaðist munandi, hóast tað gjørdist til tap.

 

Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum stóð ein sera góðan dyst, og ikki fyrr enn ímóti endanum tóktist tað, sum at H71 fekk nakað veruligt álopsspæl í gongd aftur, so her er nakað at arbeiða við, tí verjuspælið er á eini leið.

 

Nú er so at fara maður av húsi mikukvøldið klokkan 20, tá ið onnur FM-finalan verður spæld í Hoyvíkshøllini, tí neyðugt er við góðum stuðli, skulu vit fáa eitt líkinda úrslit ímóti vestmenningum, sum annars í allan vetur hava havt munin á okkum.

 

FM-finala 1: VÍF-H71 26-21 (14-9)

Málskjúttar: Sveinur Olafsson 6, Leivur Mortensen 5, Janus Dam Djurhuus 4, Pætur Thomsen 3, Baldur Gillason 1, Bogi Hansen 1, Peter Krogh 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com