mikudagur, 14. apríl 2021

Tað stóra Sveinagildið!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Mynd: Jens Kr. Vang

Bæði umdystur og brotskastskapping máttu til, áðrenn H71 kundi kalla seg vinnara av aðru FM-finaluni. Nú mugu minst tveir finaludystir spælast aftrat, áðrenn nakar føroyameistari er funnin hjá monnum.

Ovurfegnir hoyvíkingar og H71-fjepparar kundi leypa inn á vøllin, tá ið Sveinur Olafsson við seinasta kastinum í brotskastskappingini skoraði til 34-33, tá ið hann púra kaldur sendi bóltin fram við Mladen í VÍF-málinum.

 

Undan tí hevði bjargað brotskastinum frá Leivi, og Ári bjargaði skotinum frá Jojic og trýsti Magnus Müller til at skjóta uppum, so tað stóð á jøvnum 33-33, áðrenn Sveinur altso fekk seinasta skotið og orðið at siga í Hoyvíkshøllini í kvøld.

 

Dysturin í Hoyvíkshøllini livdi annars til fulnar upp til alt tað, tú kanst vænta tær og krevja av einari ordans finalu. Har av spenningur og dramatikkur til tað seinasta – og tíbetur stóð H71 eftir sum vinnari, tá ið avtornaði.

 

Minst tvær finalur aftrat

Í vanliga dystinum gekk tað upp og niður hjá báðum liðum, men hvørki vildi sleppa hinum avstað, og tí var spenningurin alla tíðina til staðar. Tað endaði 26-26, men við eitt sindur av hepni kundi H71 vunnið 27-26, tá ið ein ókeypis møguleiki stakk seg upp í allarseinastu sekundunum.

 

Í umdystinum skoraðu liðini tvær ferðir í hvørjum hálvleiki, so tað stóð 30-30. Javnari kundi tað ikki verið, eftir teir 70 minuttirnar av tøttum hondbólti og tey tíggju brotskøstini – og søtari verður tað ikki at vinna, enn tað var júst hesaferð, tí hetta var barasta so avgerandi!

 

Nú skulu hoyvíkingar leygardagin klokkan 16 spæla triðju finaluna í Vestmanna og síðani taka ímóti vestmenningum í Hoyvíkshøllini mikukvøldið klokkan átta. So er at vóna, at smakkurin av sigri er so søtur, at skonkt verður aftur tvær ferðir upp í slag!

 

FM-finala 2: H71-VÍF 34-33 (eftir umdyst og brotskastskapping)

Vanligi dysturin 26-26 (15-13), umdystur 30-30 (28-28)

Málskjúttar: Pætur Thomsen 9, Sveinur Olafsson 7, Leivur Mortensen 6, Peter Krogh 5, Janus Dam Djurhuus 3, Baldur Gillason 1, Bogi Hansen 1, Rúni Vest Højgaard 1, Ragnar Karlsson 1

 

(Myndina hevur Jens Kr. Vang tikið)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com