fríggjadagur, 16. apríl 2021

Ingi og Mark venja kvinnurnar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Næsta vetur verða tað Ingi Olsen og Mark Lausen-Marcher, ið skulu venja besta kvinnuliðið hjá okkum. Báðir eru sannførdir um, at liðið saktans kann taka seg enn longur fram í kappingini.

Nú landskappingin hjá okkara kvinnum er av, hevur leiðslan í felagnum borið skjótt at og syrgt fyri, at liðið eisini næsta kappingarár hevur góðar venjarar, ið kunnu bera liðið fram á leið. Hallur Danielsen gevst, men Ingi Olsen heldur fram og fær nú Mark Lausen-Marcher aftur at sær.

 

– Eg vil fegin halda fram, tí eg her havi ein hóp, sum tímir at venja. Spælararnir eru øgiliga móttakiligir fyri at menna tað, sum teir longu duga rættiliga væl. Og so er tað altíð spennandi at hava ungar spælarar, sum gjarna vilja røkka einum hægri máli, sigur Ingi Olsen, sum í vetur var við til at vinna gull í steypakappingini og bronsu í landskappingini við H71-kvinnunum.

 

– Tað var so lítil munur í FM-hálvfinalunum, sum tað kundi vera, so leggja vit eitt lítið sindur betur frá landi og eru eitt lítið sindur neyvari, kann meira fáast burturúr. Eg trívist, har sum spælararnir trívast, so tí vil eg halda fram í Hoyvík, og eg síggi fram til at arbeiða saman við Mark, sum hevur øgiliga góðar eginleikar sum venjari.

 

Gott fyri seg sum venjari

Mark Lausen-Marcher er ikki nakað óskrivað blað í H71-høpi, tí í fimm ár var hann knýttur at felagnum sum bæði spælari og venjari, áðrenn hann fyri hálvumøðrum ári síðani fór í starv hjá Hondbóltssambandinum sum samskipari við serligum atliti at ítróttarliga partinum av virkseminum, herundir bæði landsliðs- og breiddarhondbólti.

 

– Nú havi eg tað soleiðis, at eg kundi eisini hugsað mær at havt onkra meira regluliga venjarauppgávu, og tá ið møguleikin kom at venja H71-kvinnurnar saman við Inga, helt eg tað vera eitt gott hugskot. Hetta passaði væl til tað, eg havi brúk fyri og er eisini eitt spennandi prosjekt, sum eg fegin vil vera partur av, sigur Mark, ið gleðir seg til at vera meira í gongd sum venjari.

 

– Um tú bara hevur fáar dystir um árið sum landsliðsvenjari, ert tú ov sjáldan í dystarstøðum til at vera ordiliga í formi sum venjari. Hetta er tí ein uppgáva, eg gleði meg til, og saman við Inga fari eg at fokusera uppá bæði tað mentala og tað kropsliga, umframt sjálvt spælið, tí hetta eru ting, eg haldi hava týdning í kvinnuhondbólti. Og so ivist eg heldur ikki í, at samstarvið við Inga verður gott, tí tað hevur nógv at siga at hava ein sum hann undir liðini á sær.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com