leygardagur, 17. apríl 2021

Málturkur basti møguleikanum


Alt ov lítið kom burturúr seinastu tíggju minuttirnar í triðju FM-finaluni í Vestmanna, og persónligir feilir ímóti endanum kostaði møguleikan fyri at javna.

Við einum 28-26 sigri í Vestmanna í dag legði VÍF seg framum 2-1 í finalusigrum, so nú hevur H71 bara tveir møguleikar eftir, skal føroyameistaraheitið endurvinnast.

 

Í einum dysti, har liðini fylgdust mestsum allan vegin uppeftir, fekk VÍF nógv tann betra endaspurtin, og serliga illa stóð til hjá H71 seinastu tíggju minuttirnar, tá ið illa gekst at fáa bóltin inn.

 

Heilt galið bleiv tað ímóti endanum, tá ið persónligir feilir og hálvhjartað spæl uttan hugflog gjørdi tað lætt hjá vestmenningum at verja borg.

 

Tí er seinasti møguleikin hjá H71 at vinna dystin, ið skal spælast í Hoyvíkshøllini mikukvøldið klokkan 20. Vinnur VÍF, fer meistaraheitið til Vestmanna, men vinnur H71, verður fimta og seinasta finalan í Vestmanna um eina viku.

 

FM-finala 3: VÍF-H71 28-26 (15-17)

Málskjúttar: Peter Krogh 6, Pætur Thomsen 5, Janus Dam Djurhuus 4, Sveinur Olafsson 4, Ragnar Karlsson 3, Leivur Mortensen 3, Rúni Vest Højgaard 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com