hósdagur, 22. apríl 2021

Menninir endaðu við at fáa silvur


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tað sá fínt út í fyrra hálvleiki og beint eftir steðgin, men so setti VÍF ferðina upp og fór avstað við bæði sigrinum og føroyameistaraheitinum.

Fjórða FM-finalan ímóti VÍF gjørdist ikki tann avgerandi vendin, vit høvdu vónað, so vit kanska fingu ein møguleika at avgera alt í Vestmanna leygardagin. Í staðin endaði tað við einum sera tryggum sigri til vestmenningar, ið sostatt fóru avstað við gullinum.

 

Ikki tí, tað er ikki óuppiborið, at VÍF stendur eftir sum meistari, tí innanhýsis í grundspælinum høvdu vestmenningar betri tak á H71, og tað sama var eisini, nú FM-finalurnar vóru á skránni. Bara í aðru og triðju finaluni og í fyrra hálvleiki í hesi fjórðu eydnaðist at geva teimum gulu og bláu dygga mótstøðu.

 

Fyrri hálvleikur var javnur og endaði 14-13 til okkara fyrimun, og enntá eydnaðist at útbyggja leiðsluna eftir steðgin. Men so setti VÍF ferð á og hugdi ongantíð aftur um seg aftur. Brádliga var støðan 22-17 til VÍF, ið enntá seinastu fimm minuttirnar økti leiðsluna upp í tíggju mál.

 

Soleiðis endaði hetta kappingarárið í Burn-deildini við, at menninir fingu silvur. So har er ikki annað at gera, enn at spíla seg enn meira út til næsta kappingarár. At tað kann bera til, megnaðu bæði kvinnurnar og menninir at vísa í steypakappingini, so sjálvandi trúgva vit upp á tað.

 

H71 ynskir StÍF-kvinnunum og VÍF-monnunum VÍF hjartaliga tillukku við FM-heitunum!

 

FM-finala 4: H71-VÍF 24-34 (14-13)

Málskjúttar: Peter Krogh 7, Djóni Gaard Joensen 5, Pætur Thomsen 4, Ragnar Karlsson 3, Janus Dam Djurhuus 2, Sigmundur Dahl 1, Rúni Vest Højgaard 1, Leivur Mortensen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com