sunnudagur, 2. mai 2021

Átta av hetjunum eru okkara


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Ikki færri enn átta av spælarunum í landsliðshópinum, sum hesa vikuna hevur spælt tríggjar fantastiskar dystir, teljast millum “okkara” – bæði nú og fyrr!

Ein strævin dystarvika hjá manslandsliðnum í hondbólti er farin aftur um bak, men hóast tríggjar dystir í fimm dagar, megnaði landsliðið at gera ein heilstoyptan innsats í øllum trimum dystunum.

 

Mest av øllum fegnast vit sjálvandi um mittasta dystin, sum var ímóti Tjekkia dýrabiðidag, tá ið Føroyar vunnu 27-26, men eisini kunnu vit gleðast um heiðurliga heimatapið ímóti Russlandi í kvøld, 23-28, eins og somuleiðis heiðurliga útitapið ímóti russum mikukvøldið, tá ið teir vunnu 31-24.

 

Hetta vísir, at okkara landsliðshondbóltur er á rættari kós, og hóast danskir miðlar og onnur umrøða sigurin á Tjekkia sum eina sensatión, vilja vit heldur kalla tað eina tilgongd, sum er í stórari menning. Her er meira á veg!

 

Átta av “okkara”

Umframt, at dysturin í kvøld var tann seinasti hjá okkara “gamla” venjara, Sonni Larsen, sum landsliðsvenjara, eru vit ikki sørt errin av, at ikki færri enn átta av spælarunum í hópinum teljast millum “okkara” – bæði nú og fyrr!

 

Á myndini, sum varð tikin fyrr í dag, standa teir so flottir uttan fyri høllina á Hálsi: Hákun West av Teigum, Pætur Thomsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Peter Krogh, Pætur Mikkjalsson, Jónas Dam Djurhuus, Brandur Halgirsson og Vilhelm Poulsen. Og var Helgi Hildarsson Hoydal ikki skaddur nú, hevði hann eisini verið við í hesi rúgvuni…

 

Teir og allir hinir á landsliðnum hava hesa vikuna víst seg frá síni bestu síðu, og vit gleða okkum til komandi kappingar, tí menningin gongur við rúkandi ferð. Koyr á, Føroyar!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com