mánadagur, 3. mai 2021

Chill skal fáa okkum upp á gólv


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Eingin góð veitsla uttan góðan dans, og tá ið vit feira fyrstu hálvu øldina hjá H71, fer dansiorkestrið Chill at spæla eftir borðhaldið.

Sum áður nevnt, skipar H71 fyri eini rimmar 50 ára veitslu í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið 15. mai, tá ið øll verða móttikin við einum vælkomstdrykki og síðani fara til borðs, har tríggir góðir rættir verða til matna og somuleiðis gott undirhald undir borðhaldinum.

 

Og so er tað, at vit øll vilja sleppa út á dansigólvið at svinga okkum saman við øllum hinum fegnu veitslugestunum, og har er eydnast at fáa Chill, sum er eitt av okkara allarbestu dansiorkestrum, at spæla til dans.

 

Manningin, sum sæst á myndini omanfyri, telur frá vinstru Torkil Johannesen, trummur, Jens Tummas Næss, bass, Hans Ravnsfjall, gittara, og Høgna Zachariassen, gittara. Umframt at vera fínir tónleikarar, hava teir allir sangrødd, so sang- og kórparturin fæst ikki betri!

 

Eisini er úrvalið í tónleikinum, teir spæla, sera breitt og blandað, so fólk kunnu vænta sær góðan dansitónleik, vit kenna frá Ed Sheeran, Credence, A-Ha, Roxette, AC/DC, Beatles, Coldplay, Rolling Stones, Bruno Mars og Queen, og bæði discotónar og Stjørnuskotið vera óivað at hoyra.

 

Sum áður nevnt, er 18 ára aldursmark á veitsluni, sum byrjar klokkan 19, og tilmeldingarfreistin er 7. mai. Atgongumerki kunnu keypast við at flyta 500 krónur á konto 9870-993.458.9 í Suðuroyar Sparikassa og viðmerkja navn og “veitsla”.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com