sunnudagur, 9. mai 2021

Tríggir H71-arar heiðraðir


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Peter Krogh og Jana Mittún vórðu í gjárkvøldið heiðrað millum tey bestu hetta kappingarárið, og eisini kom Pætur Thomsen við á ársins lið.

Hóast H71 vann steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, umframt at menninir komu í FM-finalurnar, gjørdist tað ikki til tað heilt stóra, ið fall í okkara lut, tá ið ársins bestu vórðu heiðrað í gjárkvøldið.

 

Peter Krogh gjørdist ársins verjuspælari hjá monnum og kom eisini á ársins lið hjá monnum sum høgri bakkur, og har kom somuleiðis Pætur Thomsen sum høgri vongur. Hjá kvinnunum var Jana Mittún heiðrað sum ársins stjørnuskot, og harumframt kom hon eisini á ársins lið hjá kvinnum sum høgri vongur.

 

Bæði hjá kvinnum og monnum vóru fleiri av okkara spælarum milum teir fremstu, so vit hava tó einki at skammast við, nú tey bestu skuldu heiðrast, tí vit vóru í fleiri førum við allan vegin. Vit ynskja okkara og øllum hinum, ið vórðu heiðrað, hjartaliga tillukku!

 

Hondbóltssambandið skipaði fyri heiðurstiltakinum í høvuðssætinum hjá BankNordik í Havn, og tað varð avgreitt undan stóru gallaveitsluni, sum var í Dansifrøi.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com