mánadagur, 10. mai 2021

Wenzel nýggjur høvuðsstuðul


– Tað er eingin loyna, at eg havi eitt stórt hjarta fyri H71, sigur stjórin hjá Pf. Wenzel, Rúni Djurhuus, nú bilasølan verður nýggjur høvuðsstuðul hjá H71.

Ikki kann sigast, at Rúni er nakað ókent andlit í H71-høpi, tí umframt at vera ein brennandi stuðul og fjeppari, hevur eisini eina fortíð í nevndini í eini fimm-seks ár fyrst í hesi øldini – harav sum formaður frá 2003 til 2006.

 

– Tað er eingin loyna, at eg havi eitt stórt hjarta fyri H71, og sum bæði fyrrverandi nevdnarlimur og formaður veit eg, hvussu strævið tað er fíggjarliga at reka eitt sovorðið felag, sigur stjórin í Pf. Wenzel.

 

– Hóast eitt hondbóltsfelag sum H71 livir av tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, ið verður gjørt, skulu pengar eisini til, og av tí at eg sjálvur veit, hvussu torført tað kann vera at finna stuðlar, vilja vit sjálvandi fegin rætta H71 eina hjálpandi hond.

 

Rúni Djurhuus leggur aftrat, at av tí at H71 ger eitt ótrúliga gott barna- og ungdómsarbeiði, vil hann fegin vera við til at hjálpa sínum barndómsfelag, tí at nakað verður gjørt fyri børnini og tey ungu, er nakað, honum dámar væl.

 

Avtalan um høvuðsstuðulin, sum Rúni Djurhuus fyri Pf. Wenzel og Anna Dam fyri H71 skrivaðu undir nú um dagarnar, er galdandi næstu trý árini.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com