4. juni 2021

Tríggjar av okkara í EM-dystum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Í kvøld og sunnudagin spælir kvinnulandsliðið undandystir til komandi EM-undankappingina. Okkara umboð á liðnum eru Annika, Maria og Marita, og tær spæla fyrst ímóti Finnlandi og síðani Ísrael.

Tíverri hevur tann sannroynd, at einki tamarhald er á koronustøðuni, fingið ta keðiligu avleiðing fyri dystirnar, at teir skulu spælast uttan áskoðarar, men vit ivast ikki í, at kvinnulandsliðið fer at gera sítt besta fyri at vinna báðar dystirnar.

 

Her er nevniliga eitt sindur meira at spæla um, enn vit eru von við, tí í undankappingini til sjálva EM-undankappingina ræður um at verða best av teimum trimum londunum í okkara bólki, so koma Føroyar í sjálva EM-undankappingina.

 

Har bíðar sterkari mótstøða, tí vinnarin av okkara undanbólki skal í EM-undankappingini spæla í bólki við Danmark, Rumenia og Eysturríki. Vit ivast ikki, at allar – eisini okkara Annika, Maria og Marita – fara at kýta seg av øllum alvi, so tað skal eydnast at koma víðari frá undandystunum og til ta sterku avbjóðing, hesin bólkurin er.

 

EM-skráin á Hálsi um vikuskiftið:

Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar-Finnland

Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland-Ísrael

Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar-Ísrael



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo