mánadagur, 2. august 2021

Seks úr H71 til Georgia við U17


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Magni Thomsen, hava tikið seks av okkara spælarum út til Euro Championship-kappingina í Georgia, sum byrjar hesa vikuna.

Miðskeiðis í juni mánaði stóðu U19-kvinnurnar hjá Føroyum seg sera væl í Euro Championship-kappingini í Norðurmakedonia, har tær komu heilt til bronsudystin – umframt at tær vóru einasta lið, ið koppaði Hollandi, sum endaði við at vinna kappingina.

 

Ta ferðina vóru ikki færri enn sjey H71-spælarar í hópinum, og nú U17-landsliðið mikudagin fer av landinum til Georgia at spæla eina tilsvarandi kapping, hava landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Magni Thomsen, millum teir 16 spælararnar ikki færri enn seks H71-arar!

 

Okkara spælarar, sum síggjast á myndini omanfyri, eru Inga Maria Roysdóttir, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Simona Michelsen Kass, Poula Fríðheim Petersen, Karina Debes Heinesen og Karin Egholm.

 

Tilsamans eru seks dystir á skránni hjá U17-kvinnulandsliðnum, ið spælir kappingina í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har føroysk landslið áður hava fingið góð úrslit, so vit eru øll sera spent at fylgja við, hvussu gongur. Onga løtu ivast vit heldur í, at tær allar fara at gera sítt allarbesta.

 

Dystarskráin hjá kvinnunum sær soleiðis út:

  • Fríggjadagin 6. august kl. 11.30 Føroyar-Serbia

  • Mánadagin 9. august kl. 14.00 Italia-Føroyar

  • Hósdagin 12. august kl. 11.30 Føroyar-Estland

  • Fríggjadagin 13. august plaseringsdystir

  • Sunnudagin 15. august plaseringsdystir



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com