mánadagur, 6. september 2021

Vunnu bæði Lionsbikørini


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Bæði kvinnurnar og menninir vunnu stórsteypadystirnar í hondbólti í gjár og fingu harvið fyrsta steypið í ár í skápið, samstundis sum pengar vórðu vunnir til Epilepsifelagið.

Ítróttarhøllin á Hálsi var seinnapartin í gjár karmur um stórsteypadystirnar í hondbólti, har føroyameistarar og steypavinnarar kappaðist um Lionsbikørini, samstundis sum allur ágóðin fór til vælgerðarendamál. H71 átti steypavinnararnar og hjá kvinnum varð spælt ímóti StÍF og hjá monnum ímóti VÍF, sum vóru føroyameistarar farna kappingarár.

 

Lionsbikarið, kvinnur: H71-StÍF 28-21 (16-10)

Kvinnurnar komu so mikið væl úr startholinum, at dysturin bara var javnur fyrsta kortið. Tá var StÍF á odda 7-5, men eitt time-out vendi gongdini, so H71 fór upp á 11-7 – og so varð bara koyrt avstað. Í seinna hálvleiki royndi StÍF at svara aftur, men kom ongantíð nærri enn fimm mál ímóti einum H71-liði, ið sá meira sannførandi út, sum dystinum leið.

 

Málskjúttar: Lív Bentsdóttir Zachariasen 7, Maria Halsdóttir Weyhe 6, Elsa Egholm 5, Brynhild Pálsdóttir 4, Eva Barba Arge 2, Lukka Arge 1, Jana Mittún, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1

 

Lionsbikarið, menn: H71-VÍF 28-28 (14-13) – eftir umdyst 33-31

Hjá monnunum gekk tað ikki so lætt at fáa Lionsbikarið til høldar, tí hóast H71 rann undan so at siga allan dystin og var eitt og tvey mál frammanfyri, kom VÍF fyri seg ímóti endanum og fekk javnað, eftir at H71 hevði ført 28-25. Men í umdystinum kom H71 aftur á slóðina og slapp trý mál framum og vann.

 

Málskjúttar: Peter Krogh 13, Sveinur Olafsson 5, Janus Dam Djurhuus 4, Pætur Thomsen 4, Poul Símun í Garði 3, Bogi Hansen 1, Djóni Gaard Joensen 1, Pauli Mittún 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com