mánadagur, 22. november 2021

Lutakastið í morgin klokkan 10


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tá ið drigið verður um, hvussu 16 tey bestu í EHF Europa Cup-kappingini skulu spæla áttandapartsfinalur, er H71 við í pottinum á EHF-høvuðsstøðini í Wien.

H71-kvinnurnar, sum komu inn í kappingina í øðrum umfari, hava vunnið á báðum sínum mótstøðuliðum higartil, og tí verður spennandi at síggja, hvat triðja mótstøðuliðið verður, sum H71 skal møta í fjórða umfari.

 

Tey 16 liðini, sum eftir eru í kappingini, er býtt sundur í tveir bólkar, sum eru í hvør sínum potti. Tað vil siga, at av tí at H71 er í potti 2, kann liðið bara møta liðum, sum eru í potti 1. Tað gevur hesar møguleikar:
 

  • Sokol Pisek (Tjekkia)

  • Costa del Sol Malaga (Spania)

  • Visitelche.com Bm Elche (Spania)

  • SSV Brixen Südtirol (Italia)

  • Cabooter HandbaL Venlo (Holland)

  • ZRK Naisa Nis (Serbia)

  • Kristianstad Handboll (Svøríki)

  • Izmir BSB SK (Turkaland)


Sum sagt, er lutakastið í morgin klokkan 10. Tað ber til at fylgja við á YouTube-rásini hjá EHF, sum er at finna HER.

 

Dystirnir í áttandapartsfinalunum eru aftur ein heima- og ein útidystur, og spælt verður fyrst vikuskiftið 8./9. januar og síðani vikuskiftið 15./16. januar.

 

Higartil er eydnast at fáa mótstøðuliðini at koma higar at spæla dystirnar í EHF Europa Cup-kappingini, men ikki er greitt fyrr enn eftir lutakastið, um tað kanska enn einaferð fer at lata seg gera. Men vit vóna tað!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com