fríggjadagur, 11. februar 2022

Kvinnurnar á veg til Ukraina


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71-kvinnurnar fóru í morgun úr Vágum við kós ímóti Kjøpinhavn, og seinnapartin er ferðalagið farið víðari til Polands og so í morgin til Ukraina.

Alt ferðalagið fór samlað úr Vágum í morgun, men síðani hevur ferðin víðari til Polands verið í tveimum. Fyrst fóru nøkur við einum flogfari til Gdansk og síðani víðari til Warszawa og síðani nøkur við einum flogfari beinleiðis til Warszawa.

 

Tey skulu gista í polska høvuðsstaðnum í nátt, áðrenn farið verður til Ukraina fyrrapartin í morgin, har dysturin verður spældur sunnudagin í Lviv, sum við sínum umleið 720.000 íbúgvum er størsti býurin har vesturi í Ukraina.

 

H71-kvinnurnar gista sostatt eina nátt í Ukraina, áðrenn tær fara á vøllin ímóti HC Galychanka Lviv sunnudagin á miðdegi, føroyska tíð. Eftir dystin verður farið aftur til Polands og hagani heim til Kjøpinhavn og síðani Føroya mánadagin.

 

Fyrra fjórðingsfinalan í EHF Europa Cup millum HC Galychanka Lviv og H71 kann síggjast sunnudagin klokkan 12 á Youtube-rásini hjá ukrainska felagnum: TRÝST HER.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com