sunnudagur, 13. februar 2022

Menninir eisini í steypafinaluni


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Við at vinna samanlagt 60-47 á VÍF í báðum hálvfinalunum, hava H71-menninir tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum verður næsta leygardag.

Í vikuni spældu kvinnurnar seg í steypafinaluna, hóast tær taptu seinna dystin ímóti Neistanum við einum máli, og har var tað greiði sigurin upp á átta mál í fyrra dystinum, ið gjørdist avgerandi.

 

Og í dag gjørdu menninir teimum kynstrið eftir, men tó eitt sindur meira sannførandi, tí eftir at hava vunnið 33-24 í fyrru hálvfinaluni á útivølli ímóti VÍF, vunnu teir í dag við fýra málum, 27-23.

 

Gamaní, løgdu vestmenningar betur frá landi í dag og komu beinanvegin framum 3-1, men løtu seinni var 8-4 til H71, og eftir tað runnu gestirnir aftaná allan vegin, so talan gjørdist um enn ein tryggan sigur – umenn ikki so stórur sum í fyrra dystinum.

 

Umframt at mansliðið er í steypafinaluni fyri sættu ferð í sjey ár, er hetta triðja árið á rað, at H71 hevur bæði besta kvinnuliðið og besta mansliðið í steypafinaluni.

 

Fyrra hálvfinalan: VÍF-H71 24-33 (12-16)

Málskjúttar: Peter Krogh 8, Djóni Gaard Joensen 5, Janus Gunnarsson Djurhuus 4, Óli Mittún 4, Pauli Mittún 4, Pætur Mikkjalsson 3, Jón Rói M. Høgnesen 2, Poul Símun í Garði 1, Bogi Hansen 1, Rókur Ziskason 1

 

Seinna hálvfinalan: H71-VÍF 27-23 (15-10)

Málskjúttar: Pætur Thomsen 7, Óli Mittún 5, Janus Gunnarsson Djurhuus 4, Pætur Mikkjalsson 4, Pauli Mittún 3, Bogi Hansen 1, Djóni Gaard Joensen 1, Peter Krogh 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com