týsdagur, 15. februar 2022

H71 er við í heili 13 finaludystum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Aftur í ár er H71 tað felagið, ið hevur flest lið í steypafinalunum, so nú verður spennandi at vita, hvussu tað fer at hilnast hjá okkum um vikuskiftið.

Nú talan bæði er um A- og B-finalur, skulu spælast tilsamans 18 finalur, umframt at Eydnudeildin er á skránni sum tað fyrsta sunnudagin. Verður hug at, hvussu umboðanin er í finalunum, so er H71 við í heili 13 finalum – 10 steypafinalum og trimum B-finalum.

 

Hetta boðar frá góðum og ger tað ikki minni viðkomandi hjá H71-fjepparum at tryggja sær atgongd til teir ymsu dystirnar um vikuskiftið, tí byrjað verður longu fríggjakvøldið, og so verður spælt allan leygardagin og frá miðdegi og úteftir sunnudagin.

 

Mansfinalan leygardagin verður send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum og kann hoyrast á FM 1, og harumframt verða allar ungdómsfinalurnar stroymdar á Youtube-rásini hjá Hondbóltssambandi Føroya.

 

Vikuskiftið endar við Europa Cup

Sum pylsan í rosinuendanum verður so EHF Europa Cup-fjórðingsfinalan hjá kvinnunum ímóti ukrainska HC Galychanka Lviv, sum verður sunnukvøldið klokkan 20.

 

Fyrra hálvfinalan á útivølli varð sum kunnugt av ongum, tí uttanríkisráðið mælti fríggjakvøldið frá at ferðast til Ukraina, og hóast nógvar royndir at fáa dystin spældan í Warszawa, spurdist einki burturúr, og sunnudagin avlýsti og útsetti EHF dystin, hvørs lagna enn ikki er kend. Men heimadysturin skal tó spælast sum ætlað.

 

Orsakað av europeiska ævintýrinum hjá kvinnunum, er enn ikki greitt, hvussu verður við steypafinaluni, sum H71-kvinnurnar skulu spæla ímóti Kyndli, men hon verður í øllum førum ikki spæld nú um vikuskiftið. Fyribils hevur leygardagurin 19. mars verið nevndur, men enn er einki endaligt kunngjørt frá HSF um hann.

 

Skráin fyri vikuskiftið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn sær soleiðis út

 

Fríggjadagin 18. februar

18.30 Gentur 16: H71-Kyndil

20.00 Dreingir 16: StÍF-H71

 

Leygardagin 19. februar

09.00 Gentur 10B: H71 b-EB

09.40 Dreingir 10B: ÍA-H71 d

10.20 Gentur 12B: StÍF b-H71 b

11.15 Dreingir 12B: Tjaldur b-Kyndil a

12.10 Gentur 10A: H71 a-Neistin a

12.50 Dreingir 10A: StÍF a-Neistin a

13.30 Gentur 12A: StÍF a-Neistin a

14.20 Dreingir 12A: H71 a-Neistin a

16.30 Gentur 18 Neistin-H71

19.00 Menn: Neistin-H71

 

Sunnudagur 20. februar

12.50 Eydnudeildin

13.30 Gentur 14B: VÍF b-EB a

14.30 Dreingir 14B: ÍA-EB

15.30 Gentur 14A: VÍF a-H71 a

16.30 Dreingir 14A: Neistin a-H71 a

17.30 Dreingir 18 H71-VÍF

20.00 EHF Europa Cup: H71-HC Galychanka Lviv



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com