fríggjadagur, 18. februar 2022

H71 bíðar enn eftir svari frá EHF


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Greitt er, at heimadysturin hjá H71 í EHF Europa Cup-kappingini ímóti ukrainska HC Galychanka Lviv verður sunnukvøldið klokkan 20, sum ætlað, men enn er eingin avkláring komin á, hvat hendir við fyrra dystinum, ið enn ikki er spældur.

H71 hevur síðani heimferðina úr Polandi áhaldandi roynt at funnið semju við ukrainska felagið um fyrra dystin, men uttan at nakað er komið burturúr, og heldur ikki røkist fyri nakrari semju millum feløgini.

 

– Vit kunnu ikki góðtaka, at vit einaferð aftrat skulu fara av landinum at spæla, sum hevur verið tað einasta, ukrainska liðið hevur spælt út við, sigur Anna Dam, forkvinna í H71, sum hevur verið í drúgvum samskifti við bæði HC Galychanka Lviv og við europeisku hondbóltssamgonguna, EHF.

 

– Tað, sum vit nú halda vera umráðandi, er at finna eina loysn á spurninginum um fyrra dystin, áðrenn seinni dysturin verður spældir í høllini á Hálsi sunnukvøldið. Vit hava skrivað til EHF og spurt, um ikki ein loysn kann finnast áðrenn tann dystin, men hava einki frætt aftur enn.

 

Vón um eyka orku

Tí verða allar kreftir lagdar í at fáa fyrireikingina til dystin sunnukvøldið so góða sum gjørligt. Ukrainska liðið er eftir eina drúgva ferð til Føroya um Istanbul og Kjøpinhavn, har steðgað hevur verið í tímavís í báðum støðum, komið til Føroya í kvøld.

 

– Hetta er fyrstu ferð, at vit í H71 luttaka í altjóða hondbóltskapping við okkara kvinnuliði og higartil eru vit stak væl nøgd við gongdina – sjálvandi burtursæð frá, at fyrri dysturin tíverri ikki varð spældur, orsakað av spentu støðuni í Ukraina, sigur Anna Dam.

 

– Nú vóna vit bara, at vit megna at skapa ein veruligan heimavøll sunnukvøldið, sum kann geva okkara kvinnum eyka orku til hesa risastóru avbjóðingina. Øll eygu eru nú vend ímóti tí, ið henda skal á vøllinum, tí hitt kunnu vit ikki gera meira við nú.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com