leygardagur, 19. februar 2022

Menninir spæla finalu í kvøld


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Triðja árið á rað og fyri sættu ferð í sjey ár spæla menninir hjá H71 í kvøld klokkan 19 steypafinalu – hesaferð ímóti Neistanum.

Finalan er á pappírinum ein endurtøka av finaluni í fjør, sum var millum somu feløg. Tá vann H71 við einum máli, 26-25, men hesaferð mugu vit helst finna okkum í, at H71 er stórfavorittur.

 

Í landskappingini í Burn-deildini er H71 oddalið við 24 dystum, sum er tríggjar ferðir so nógv sum Neistin hevur á sætta plássi, men tó fyri tveir dystir færri.

 

Í oktober vann H71 32-26 á Neistanum á Hálsi og í november 27-22 í Hoyvík, men tølini eru ikki so prangandi, at nakað kann takast fyri givið í eini steypafinalu, har alt skal avgerast í hesum eina dystinum.

 

Neistamenn vóru í okkara bólki í steypakappingini, har H71 vann 33-27 í dystinum millum feløgini, men Neistin vann seg í hálvfinaluna, har tað eydnaðist at knógva KÍF, sum annars hevur verið sterkt og vælspælandi í ár.

 

Tí ræður um at fáa nógvar hoyvíkingar og H71-fjepparar í høllina á Hálsi í kvøld klokkan 19, so menninir kunnu berast fram til sigurs. Einki kemur av sær sjálvum, og tá ið ein steypafinala er á skránni, kann alt gera mun!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com