sunnudagur, 20. februar 2022

H71-kvinnurnar fullu við æru


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tvær ferðir komu kvinnurnar afturíaftur, men seinnu ferð varð ov seint, og tí var eittans málið á muni, nú europeiska ævintýrið eftir øllum at døma endaði í sjeynda dystinum á hesum sinni.

Ta fyrstu løtuna í dystinum gekk av skriðuni og Galychanka kom framum 3-0 og hevði nógv betri tamarhald á sínum álopsspæli enn H71, ið heldur ikki fekk verjuna ordiliga at sita. Yvir níggju minuttir gingu, áðrenn H71 fekk sítt fyrsta mál, og so líðandi ígjøgnum fyrra hálvleik stríddi H71 seg inn í dystin.

 

Nakrar minuttir fyri hálvleik eydnaðist at koma upp á javnt 8-8 og síðani 9-9, og so gjørdu kvinnurnar eitt ordans lop og komu upp á 13-9. Galychanka fekk síðsta málið í fyrra hálvleiki, men akkurát tá sá út til, at H71 veruliga hevði fingið fatur í longra endanum.

 

Mistu alt aftur

Men gakk, so kom seinni hálvleikur, sum – um møguligt – byrjaði enn verri enn fyrri, tí fyrstu fimm málini fingu ukrainsku gestirnir og fingu bæði javnað og lagt seg á odda 15-13, fyri síðani at økja upp í bæði fýra og fimm mál. Nú sá veruliga einki út, tí samstundis sum H71-kvinnurnar høvdu mist alt aftur, tóktist liggja illa fyri at finna røttu loysnirnar fram.

 

Munurin lá millum trý og fimm mál til ukrainskan fyrimun, líka til bara einir fimm minuttir vóru eftir. Tá var Galychanka á odda 26-21, men so ressaðist H71 av álvara við og megnaði at vinna næstan alt tað mista innaftur eftir lítlu løtuni, ið eftir var. H71 átti fýra tey seinastu málini, men tað var sum í talvi, at pinnurin á klokkuni datt niður, beint áðrenn tað eydnaðist at stríða seg upp á javnt.

 

Einki at skammast við

Hóast okkara hingu við nevinum, tí tað hevði verið so nær, hava tær einki at skammast við, tí hetta var altso sjeyndi europeiski dysturin hjá teimum í vetur! Hvør hevði trúð tí, tá ið liðið varð meldað til? H71-kvinnurnar hava umboða Hoyvíkina, Føroyar og føroyskan hondbólt frá síni allarbestu síðu, og tær hava givið okkum enn eina góða orsøk til at trúgva upp á føroyska framgongd!

 

So er spurningurin bara, um hetta var endin. EHF fer at taka samanum nakað skjótt, og so fæst at síggja, um tað veruliga bara verður hesin eini dysturin. Galychanka hevur ið hvussu er sett seg ímóti tí, so tað man passa ukrainska liðnum sera væl, at tær sleppa at spæla einaferð aftrat ímóti H71.

 

Skuldi tað blivið ein dystur aftrat, er at vóna, at EHF er so mikið at sær komið, at skil fæst á, hvør dømir. Til dystin í Ukraina, sum ongantíð varð spældur, skuldu hvítarussiskir dómarar døma sínar nærmastu grannar, og nú vit spældu í Føroyum í kvøld, vóru aftur eystureuropeiskir dómarar – hesaferð av niðastu hill í Estlandi…

 

EHF Europa Cup, fjórðingsfinala: H71-Galychanka 26-27 (10-13)

Málskjúttar: Jana Mittún 9, Maria Halsdóttir Weyhe 9, Brynhild Pálsdóttir 3, Eva Barba Arge 2, Marita Mortensen 1, Rannvá Olsen 1, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com