fríggjadagur, 25. februar 2022

“80’ini umaftur” 10. árið á rað


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Um eina viku, leygarkvøldið 5. mars klokkan 23, verður stóra tiltakið “80’ini umaftur” í Hoyvíkshøllini. Skjótt er útselt!

Tað er nú, tit eiga at tryggja tykkum, at tit hava eina barnagentu klára leygarkvøldið í næstu viku, tí tá er árligi møguleikin fyri at enduruppliva 80’ini aftur á skránni.

 

Hetta er tíggjundu ferð, at skipað verður fyri hesum góða dansitiltaki, ið hvørja ferð hevur savnað eina rúgvu av fólki, ið vil minnast góðar dagar og tí leitar sær til “80’ini umaftur”.

 

Hesaferð eru tað Showmenn, ið standa fyri livandi tónleikinum saman við gestatónleikarum, og tá ið teir av og á fáa brúk fyri einum stuttum steðgi, tekur plátuvendarin Niels Jensen við, so vit ikki detta úr 80’unum ta løtuna heldur…

 

Fá atgongumerki eru eftir, so tað er at skunda sær at fáa eitt, tí tá ið tað er útselt, so er tað eisinin útselt! Síðst, vit vistu, vóru nøkur fá atgongumerki eftir, og tey kunnu keypast HER!

 

Sum sagt, er hetta tíggjundu ferð, og tey flestu siga, at tað verður betri og betri hvørja ferð!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com