leygardagur, 19. mars 2022

Máttu lúta í steypafinaluni


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Hóast H71 í sjálvum dystinum var liðið, ið royndi og megnaði at berja seg framum bæði í fyrra og seinna hálvleiki, so rakk tað ikki til sigurs í triðju steypafinaluni í trý ár.

Í staðin var tað Kyndil, ið streyk avstað við tí heila og vann sína fyrstu finalu síðani 2019, og havandi í huga umdystin, so fekk tað illa verið øðrvísi, soleiðis sum hann háttaði seg.

 

H71 vann seg miðskeiðis í fyrra hálvleiki framum og var ta einu løtuna trý mál frammanfyri, men ov nógvir misbrúktir møguleikar og eitt verjuspæl, ið ikki tóktist vera í somu javnvág, sum vit so ofta hava sæð tað, loyvdi Kyndli at sleppa innaftur.

 

Mestsum sama søga var í seinna hálvleiki, tá ið H71 runda um korterið vann seg framum við tveimum málum, men ikki megnaði at halda tað.

 

Umdysturin avgjørdi

Javnleikur 29-29 var tað hálvantriðja minutt fyri dystarenda, og hóast dagsins spælari, Turið Arge Samuelsen, varð útvíst, megnaði H71 ikki at útnytta fyrimunin og avgera, og so yvirtók Kyndil initiativið.

 

Tað ráddi um hjá teimum grønu at fáa tíðina at ganga, so Turið kundi koma innaftur, og tað loysti seg, tí hon gjørdist lyklapersónurin aftan fyri steypasigurin, tá ið hon so at siga avgjørdi alt í umdystinum.

 

Og áðrenn okkara toppskjútti, Maria, í seinastu sekundunum fekk pyntað um úrslitið, hevði Turið sekundini frammanundan lagt Kyndil framum 36-33, so finalan í roynd og veru var avgjørd.

 

Nú er bara at hyggja frameftir og syrgja fyri at greiða setningin í hálvfinalunum í FM-kappingini ímóti Stjørnuni, so kappingarárið hóast alt kann krýnast við enn fleiri finaludystum!

 

Steypafinalan: Kyndil-H71 29-29 (12-13)

Eftir umdyst, 2x5 minuttir: 36-34 (32-31)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 12, Jana Mittún 8, Guðrið Bogadóttir á Borg 3, Marita Mortensen 3, Rannvá Olsen 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Vár Bentsdóttir Zachariasen 2, Eva Barba Arge 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com