sunnudagur, 3. apríl 2022

Menninir vunnu trivaligan sigur


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Hóast kollfirðingar hingu í tað nógva av fyrra hálvleiki og fyrru helvt av seinna hálvleiki, var einki at gera, tá ið H71 setti endaspurtin inn og vann stórsigur.

Eftir tveir javnar hálvfinaludystir ímóti VÍF, fekk KÍF sett alt upp á pláss í tí triðja og tryggjað sær FM-finaluplássið. Men tann dystin sluppu kollfirðingar ikki at endurtaka, tá ið teir í dag vitjaðu í Hoyvíkshøllini fyri at spæla fyrstu FM-finaluna ímóti H71.

 

Tað helt í eini trý korter ella so, men so vísti H71 seg frá síni bestu síðu við krútsterkari verju, einum stórspælandi Paula aftan fyri hana – og so effektivum álopum og skjótálopum, ið KÍF als ikki vart ført fyri at gera nakað við. Her var klassamunur!

 

Kanska vóru tey tíggju málini á muni eisini munurin, sum í veruleikanum er á liðunum, hóast kollfirðingar skulu eiga til rós, at teir stríddust sum longst. Onkursvegna tóktist tað bara ikki at vera nóg mikið til at fáa nakað burturúr í dag.

 

Onnur FM-finalan verður í Kollafirði mikukvøldið, og tað kann fyri tað vera annar dystur, tí ofta hava kollfirðingar roynst væl á heimavølli. KÍF kann óivað eisini spæla betur enn síðsta korterið av dystinum í dag, men tá fáa vit so at síggja, um tað er nóg mikið til at venda samlaða finaludystinum.

 

1. FM-finala, menn:

H71-KÍF 29-29 (13-10)

Málskjúttar: Óli Mittún 7, Pætur Thomsen 7, Peter Krogh 6, Pauli Mittún 4, Pætur Mikkjalsson 2, Janus Dam Djurhuus 1, Bogi Hansen 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com