fríggjadagur, 14. oktober 2022

Kvinnurnar spæla í kvøld


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Dystirnir ímóti eysturríkska mótstøðuliðnum, SC Ferlach, verða báðir spældir í Eysturríki – tann fyrri, sum er okkara heimadystur, í kvøld klokkan 18, og tann seinni í annaðkvøld klokkan 18.

H71-kvinnurnar høvdu eina venjing í Ballspielhalle Ferlach í gjárkvøldið, og tað er høllin, ið hýsir dystunum báðum, sum ætlandi kunnu síggjast á live.hsf.fo í kvøld og í annaðkvøld. Eisini vandu kvinnurnar styrkivenjing í gjár, men hvíla seg í dag, nú dystur er á skránni tveir dagar á rað.

 

Veðrið hevur verið av tí besta, so tær hava annars tikið sær av løttum og havt gott samanhald dagarnar í Ferlach. Tær búgva á síni egnu gongd á einum eldri gistingarhúsi í býnum, og sum skilst eru umstøðurnar góðar í allar mátar hjá teimum.

 

Hjá veddingarfyritøkum er H71 favorittur, men av tí at torført er at meta um styrkina hjá SC Ferlach, ið fyri fyrstu ferð spælir europeiskar dystir og bara síðani 2019 hevur verið í bestu kvinnudeildini í Eysturríki, byggja oddsini helst á okkara úrslit í fjør.

 

Tá megnaði H71 at koma heilt í fjórðingsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, men vandin fyri kríggi í Ukraina steðgaði europeiska ævintýrinum tá. Nú vóna vit, at skjøtil verður settur á eitt nýtt ævintýr við góðum úrslitum í kvøld og í annaðkvøld.

 

Sum sagt, ber til at síggja dystirnar her:



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com