mikudagur, 23. oktober 2013

Dagført: Foreldrafundir hóskvøldið 24. oktober


Skrivað hevur: Nevndin

Aftur í ár eru foreldrafundir á skránni. Og aftur í ár eru teir fyri hvønn aldursbólk seg.

Dagført 23. oktober klokkan 18 - niðast eru tíðir og støð innsett.

Kortini, í mun til undanfarin ár eru teir í Skúlanum við Løgmannabreyt. Og teir eru eitt sindur seinkaðir.

Og, eisini ólíkt undanfarin ár, leggja vit út við einum hópforeldrafundi. Altso, einum fundi fyri øll. Hetta kemst av, at Flemming Oliver Jensen, nýsetti Hondbóltsmennarin í H71, byrjar í starvinum næsta mánadag. Tí seinkanin. Tí felags foreldrafundur.

Men, vit leggja út við u8 og u10, tvs gentur og dreingir 8 og 10. Hesir byrja kl. 18.30; og tað er í Skúlanum við Løgmannabreyt, at hesir eru. Og tað er umráðandi, at øll avvarðandi møta, so øll fáa innlit í, hvat felagið er fyri ein stødd og hvussu tað riggar.

Ein tíma seinni, kl. 19.30, presentera vit Hondbóltsmennaran, og kemur hann í breiðum vendingum at greiða frá, hvør hann er, og hvat hann kemur at gera.

Ein tíma seinni fara foreldur inn í ásett flokshøli at fáa stutta frágreiðing um virksemi felagsins. Ein nevndarlimur og venjari verður við. Her finna vit foreldraumboð, fáa greiðu á koyring og klædnavaski. Eisini kemur venjarin at greiða frá venjingini og hvussu hann, eftir hansara og felagsins sannføring, býtir liðini.

Tess fleiri møta, tess lættari og stuttligari og meiri úrslitaríkt verður tað fyri kappingarárið 2013-14.

Góðan foreldrafund!!!
 

Tíðir og støð

Inngongd er frá P-plássinum við Karlamagnussarbreyt.


Klokkan 18:30

  • U8 í 4. fl
  • G10 í 5. fl
  • D10 í 6. fl


Klokkan 19:30

  • Felags foreldrafundiur í auluni


Klokkan 20:30

  • G12 í 4. fl
  • D12 í 5. fl
  • G14 í 6. fl
  • D14 í 7. fl
  • G17 í 8. fl
  • D16 í 9. fl
  • D18 vera verandi í auluni, tá øll hini eru farin í síni hølir.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com