leygardagur, 19. oktober 2013

Greiður sigur á Team Klaksvík


Team Klaksvík-H71: 28-32 (14-14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Samandráttur

Team Klaksvík hevur ætlanir um koma longur upp á stigatalvuna í ár, hetta hevur felagið boðað frá. Hetta sást eisini í kvøld, har heimaliðið leikti ein góðan fyrra hálvleik, men mátti lúta fyri einum væl uppløgdum H71 liði, sum gjørdi bart fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. H71 vann dystin við seks málum. Úrslitið gjørdist 32-28 til H71, meðan tað var javnt eftir fyrra hálvleik 14-14.
 

Um dystin

Dysturin byrjaði við jøvnum spæli. Bæði liðini skiftust um at vera eitt mál frammanfyri teir fyrstu 15 minuttirnar, og skiftust síðan við tveimum málum. Støðan var 14-14 við hálvleik, og tað var júst soleiðis, sum spælið hevði verið.

Beinanvegin í øðrum hálvleiki legði H71 eitt hart trýst á frameftir við skjótari og meira hugflogsríkum spæli. Hetta sást beinanvegin aftur á máltalvuni, og tað bleiv einum munur uppá 3-4 mál. Hetta sýntust teir á H71 liðinum líkasum nøgdir við, tí spælið bleiv nakað minni ágangandi. Munurin øktist tó støðugt, og eitt skifti var munurin komin upp í 8 mál. Dysturin endaði tó við einum muni uppá 6 mál, 32-28.

Tað vanliga hevur verið, at Team Klaksvík ofta hevur megnað at spælt upp ímóti hinum liðinum eina góða løtu, men hevur so dragnað teir síðstu 10-15 minuttirnar. Hetta sást ikki so væl í dag, og møguliga hevur TK klárað at tikið sær av hesum trupulleika í ár.

Styrkisbreiddin á TK liðinum er heldur smøl. Tað eru serliga spælskiparin Pejovic Zarco, og nýggi vinstri bakkurin Igor Petrikeev, saman við Dánjal Kjærbo, ið mynda spælið. Hesir kunnu ikki spæla við fullari ferð ein heilan dyst, og tí má styrkisbreiddin gerast javnari. Hetta er eisini lætt at lesa hjá mótstøðuliðunum, og væntast kann, at profilarnir ofta fara at fáa mansverju í truplum dystum. Í longdini kunnu skaðar eisini gera seg galdandi, og tá er gott at hava breiðan hóp.

Í fyrra hálvleiki vórðu alt ov nógvir feilir gjørdir hjá okkum. Hetta kostar og má fáast at virka betur! Tíbetur var hetta nógv batnað í seinna hálvleiki, og møguliga hongur fyribrigdið saman við manglandi konsentratión.

Í mun til Neistadystin, so vóru fleiri betringar at síggja. Strikuspælið, sum næstan ikki var móti Neistanum, var nógv betur í dag. Vit fingu 5 mál av strikuni, men kortini spæla vit ikki reiðiligt strikuspæl. Tróndur Arge spældi ein góðan dyst, og var tryggur í atsóknunum av vonginum, meðan Jónas vísti hvussu rennast skal í atsóknum, við fleiri góðum royndum.

Í málinum stóð Tóraldur Kollsker, og hetta var nógv betur enn tað, vit sóu seinast. Toppskjúttin hjá klaksvíkingum (Petrikeev) hevði fyri at skjóta niður í gólvið, og ringt var at taka.

Rúni hevur verið leikbannaður í tveimum dystum, og Hallur sat uttanfyri við krími í dag.
Nýggur maður á liðnum: Í dag var fyrstu fer at Djóni Højgaard spældi skrásettan dyst í bestu deildini. Hann spældi bert lítla løtu, men vísti beinanveg eyðkenda skjótleikan, sum vit gleða okkum til at síggja meira til í komandi dystum. TILLUKKU VIÐ TÍ !!!

Dagsins maður: Bogi Davidsen spældi aftur ein frágera góðan dyst. Vit hava nú spælt tríggjar dystir, og Bogi hevur spælt ótrúliga væl. Aftur í dag var hann toppskorðari við 8 málum.

Nýggj dómaragreipa: Gert Hansen og Arnar Dam (KÍF) dømdu (mær vitandi) fyri fyrstu ferð í bestu deildini í dag. Hetta er stak gott, nú so fáir eru um boðið. Teir komu stak væl frá uppgávuni, og yvirhøvur var lítið at finnast at. Væl komnir tit báðir !!!

Samanumtikið eitt gott avrik, við góðum einstaklingaavrikum og einum góðum avriki yvirhøvur, sum tó heilt víst kann blíva enn betur.
 

Hinir dystirnir

Kyndil- StÍF: 20-21, og sunnudagin Neistin-VÍF.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com