mikudagur, 23. oktober 2013

Tað er í kvøld, tit


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Spenningsdystur verður í kvøld í Hoyvíkshøllini.

Klokkan 19 fáa vit vitjan av vestmenningum, sum loksins hava fingið skil á verju og álopi.

At fyrst basa strandingum á útivølli er ikki hvønndagskostur, og tá teir síðani fylgja hesum upp við sigri á oddaliðnum, er spælið væl komið í rættlag.

Eisini vit vístu heilt gott spæl. Hetta var í Klaksvík ímóti einum betraðum Team Klaksvík. Vit vitnaðu skjótt og finurligt álopsspæl, meðan verjuspælið var ágangandi.

Serliga annar hálvleikur, har snarálopini hjálptu okkum til nøkur lættari mál, og verjan var bersøgin. Og vit kunnu gera tað uppaftur betri. Vit hava so fólkið til tað, tí nú er so Rúni W. Højgaard við aftur eftir tveir daga leikbann fyri at, ja, muta ímóti. So nú er ikki at muta øgiliga nógv ímóti, tí so spælir tú ikki aftur fyrr enn á jólum. Eisini Hallur Biskopstø er við aftur eftir at hava verið fangaður av krími.

Og "søguliga", ella í svørtu perioduni, hevur H71 trúliga havt eitt rímiligt tak á VÍF. Og tað serstakliga Heima í Hoyvík. Faktiskt hava vit bert tapt tveir dystir seinastu 2 árini, fyri ikki at siga 3.
Hetta er statistikkur, ið ber boð um ein góðan heimavøll. Ein festningur.

Við slíkari hermannaborg vísir tað seg oftani, at eitt andligt yvirtak dagar fram í avgerandi løtum, soleiðis at í dystum, har H71 kanska ikki hevur verið tað betra liðið, kortini endar sum sigursharri.

Og enn sum altíð hava spælarnir, og venjarnir fyri tað!, tørv á eini stúvstappaðari høll at koyra undir okkara leikarar. Teirra innsatsur fer at vera FULLKOMIN, tað má hann, men uttan svørtu fjepparafjøldina bara fullkomin.
Tað vísir seg tó, at júst ímóti veruliga góðum liðum, á pappírinum sólarklárum FM-favorittum, og dupult-júst ímóti VÍF hava vit eitt merkverdugt lyndi at hevja okkara spæl.

Tað verður spennandi, tí AA-deildin er totalt løgin. 5 lið við 4 stigum, eitt við null og eitt við 6. Mótstøðuliðini í kvøld hava bæði fýra stig, men vestmenningar hava tó spælt ein dyst meiri enn vit, so teir mugu vinna, meðan vit helst skulu tað.

Góðan dyst, og vísið so, hvør dugur er í tykkum, H71!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com