týsdagur, 2. apríl 2013

Barometurstøðan í ungdómsdeildunum


Skrivað hevur: Petur Even Djurhuus

H71 er ikki bara AA-deildin. So langt í frá. Ungdómurin telur sera nógv í H71, gentur eins og drongir

Fekk undan páskum áheitan frá maratonskribenti felagsins, blaðstjóranum á faldaranum, Agga, um at skriva eina grein til vígsluna av nýggju heimasíðuni hjá H71 um støðuna í ungdómsdeildunum. Tað geri eg sjálvsagt fegin.


Royni altíð eftir førimuni at fylgja við í gongdini í ungdómsdeildunum, og er hetta avgjørt eitt ítriv viðmælast kann at stytta sær um stundir myrku vetrarhálvuna. Er tað so, at myrka tíðin, hóast hetta, skuldi fallið onkrum ov long, so kann eisini viðmælast, at gera sær nakrar túrar í Hoyvíkshøllina tilvildarlig gerandiskvøld, tí altíð er hugaligt og upplívgandi, at kenna rákan av tí væl skipaða hondboltsarbeiði, ið dag og dagliga fer fram í høllini.

Eg havi nú í fleiri ár haft til vana at ganga niðan í Hoyvíkshøllina, serliga tá AA lið okkara venur, fyri undir avslappaðum umstøðum, at kunna gera mær eina meting av, hvussu støðan er. Hetta er altíð gevandi. Oftari enn ikki býr ein darvandi ampi og ófriður í mær, tá dystir hjá H71 verða leiktir (í at kalla øllum deildum), so gott er soleiðis mitt í viku at kunna njóta H71 venjingina avslappað og uttan stress.


Betur hevði kanska verið at gjørt eina barometurstøðu í ymsu ungdómsdeildunum eftir vikuskiftið 6. & 7. apríl 2013, tí ikki eru allar deildirnar avgjørdar enn. Og júst hetta vikuskiftið fellur avgerðin um endaligu plaseringarnar í fleiri av ungdómsdeildunum. Men vígslan av nýggju heimasíðuni hjá H71 letur ikki bíða eftir sær, so vit mugu bert royna okkum sum frægast, uttan at kenna endaligu plaseringarnar í nógvu av deildunum.

Í fleiri av førunum er spurningurin bert, hvat slag av metall lið okkara skulu hava, so hugaligt er at gera upp, hóast vit ikki kenna endaligu støðurnar enn.  

 

Barometurstøða

Hetta at gera støðuna upp í ymsu ungdómsdeildunum í hondboltinum, var annars fleiri ár fastur táttur í føroysku bløðunum mánadagar. Nú hava vit sjálvsagt heimasíðuna hjá HSF, har dagført verður leypandi, men ikki er tað heilt tað sama sum at lesa støðurnar svart uppá hvítt í prentaðu miðlunum. Minnist hvussu ein plagdi at seta seg við einum kaffimunni at nærlesa og reflektera yvir støðurnar í ymsu deildunum. Hesi ár var tó mangan trupult at fáa eyga á H71 og lið tess. Vit høvdu ikki nógv lið í ymsu deildunum - í dreingjadeildunum nøkur lið, men í gentudeildunum at kalla sørir - og har vit høvdu lið við, lógu hesi gjarna í niðasta enda á stigatalvunum.

 

Støðan í dag

Hyggur tú at støðunum í dag, má sannast, at vent er í holuni. Í dreingjadeildunum hava vit upp til fleiri lið í hvørjum bólki í hvørjari deild, og í gentudeildunum hava vit nú lið við í nærum øllum deildum.

Til stuttleika havi eg, útfrá úrslitatænastuni hjá HSF, talt upp øll lið hjá H71, ið hava tikið lut í landskappingini í vetur og samanborið við grannar okkara, Neistan og Kyndil. H71 er størsta felag við 23 liðum, ájavnt við Neistinum, sum eisini luttekur við 23 liðum. Kyndil er triðstørsta luttakandi felagið við 16 liðum.

Og, ikki einans eru vit størsta felag í luttakaratali, liðini hjá okkum liggja eisini í flestu deildunum sum kandidatar til gyltastu plaseringarnar. Verður miðalplaseringin hjá øllum liðum hjá H71 roknað út, so eru vit fyri 23 lið plaseraðir á einum miðalplássi sum nr. 2,9, hetta í dreingjadeildunum við 15 liðum sum í meðal nr. 2,0 og í gentudeildunum við 8 liðum sum í meðal nr. 4,75. Til samanburðar er Neistin við 23 liðum plasserað á miðalplássi á nr. 4,00, hetta í dreingjadeildunum við 13 liðum sum nr. 4,77 og í gentudeildunum við 10 liðum sum nr. 3,2. Kyndil hevur við 16 liðum fremstu miðalplasering sum nr. 2,75, hetta við 9 dreingjaliðum sum nr. 3,11 og 7 gentuliðum sum nr. 2,2.   

 

Gentudeildirnar

H71 hevur altíð borið orð fyri at vera eitt dreingjafelag, og hóast hetta ikki er tilvitað, so má nokk sannast, at so hevur verið nógv undanfarin ár. Roynt hevur ofta verið at nøra um gentudeildirnar og nakað er arbeitt upp, men er hetta altíð dottið niðurfyri aftur. Nú er tó vend eisini komið í her og er  nakað meiri viðvarandi avgjørt nú arbeitt upp í gentudeildunum.

Foreldur hjá yngru gentunum hava saman við væl skikkaðum venjarum í felag skapt nøktandi karmar fyri gentuliðunum, har krúnan á verkinum hevur verið árliga venjingarlegan í Suðuroy. Og hetta hevur givið úrslit. Soleiðis síggja vit serliga í yngru gentudeildunum, at H71 er farið at gera um seg av álvara.

Í gentum 12 A – bólkinum eru vit nr. 1 og føroyameistarar, og hava vit eisini eitt B-lið, sum er nr. 2 og vinnur silvur í B - bólkinum. Framúr flott úrslit, har A – liðið bert hevur mist tvey stig alt kappingarárið.


Taka vit gentur 10, so liggur A – liðið á einum flottum 4. plássi í A – bólkinum, meðan B – liðið á einum 7. plássi í B – bólkinum. Í gentum 14 og 17 er heldur tyngri, har vit tó í gentum 14 eru umboðaði við heili trimum liðum, har A – liðið liggur sum nr. 7 í A- bólkinum, C – liðið sum nr. 2 í B – bólkinum og B – liðið sum nr. 5 í B – bólkinum. Gentur 17 eru aftast í sínum bólki uttan stig.

 

Dreingjadeildirnar

Í dreingjadeildunum liggja vit í øllum deildum væl fyri og eru vit fremstir sum nummar 1 í deildunum: fyrstu deild (vaksanmannadeildini), U18, U16, U12A og í U10 A, B&C og nr. 2 í deldunum: AA-kappingini og í aðru deild B (vaksnamannakappingini). Í U 14 eru vit nr. 3.


Byrja vit í yngsta endanum, so eru vit at kalla einaráðandi í dreingjum 10. Í A bólkinum eru vit við A – liðnum plaseraðir sum nr. 1 og við B – liðnum sum nr. 3. Í B bólkinum eru vit við C – liðnum plaseraðir sum nr. 1 og við D – liðnum sum nr. 3, og í C- bólkinum eru vit við E – liðnum plaseraðir sum nr. 1. Ein heilt einastandandi hópur av ungdómum, ið avgjørt boðar frá, at vit hava gott í væntu, verður rætt atborið og leikararnir hildnir til komandi árini.
Hóast H71 hevur verið ógvuliga dominerandi í hesum árgangi, so er tó einki at taka seg aftur í, at Kyndil eisini hevur eitt sterkt og sera væl leikandi A – lið í hesum árgangi, og verður stuttligt at fylgja gongdini í kappingum okkara við eitt nú hetta lið hjá Kyndli komandi árini.


Hjá dreingjum 12 stendur eisini væl til og liggja vit í løtuni sum nr. 1 í A – bólkinum, og sum nr. 2 í B – bólkinum. Ynskiligt hevði verið um fleiri dreingir vóru í hesum árgangi, men hjálptir við stinnastu leikarunum frá dreingjum 10, hevur hesin árgangur hjá H71 staðið seg væl í ár. Landskappingin hjá dreingjum 12 er sum heild ógvuliga hørð og taka flestu liðini stig frá hvørjum øðrum, so tað er avgjørt at fegnast um, at vit hava staðið okkum so væl higartil í hesum “krútárgangi” í føroyskum hondbólti.


Hjá dreingjum 14 ár hevur H71 eisini staðið seg væl í ár. A – liðið liggur til at gerast nr. 3 í A-bólkinum, aftanfyri sera sterkt lið hjá Kyndli og VÍF; B – liðið liggur til at vera nr. 2 í B – bólkinum, aftanfyri KÍF, sum bert luttekur í hesum bólki við hesum eina liði.

Dreingir 16 eru eisini væl fyri og luttaka vit sum einasta felag við tveimum liðum í hesum árgangi. Sera flott, tá havt verður í huga, at júst í hesum árgangi er trupult at halda dreingirnar til hondbóltsspælið og nógvir ofta fella frá. A –liðið liggur í løtuni fremst og hevur møguleika at gerast føroyameistari. B –liðið er aftast í bólkinum við tveimum stigum. Landskappingin er jøvn og hørð, og liggja H71, Kyndil og StÍF við nærum somu stigatølum, tó so, at H71 er fremst við betur innanhýsis úrslitum.  H71 A hevur í skrivandi stund tveir dystir eftir, ein ímóti StÍF í Hoyvík og ein ímóti ÍA. Verða hesir vunnir, so er H71 A føroyameistari—eisini her. Livst so spyrst.

Í dreingjum 18 hevur H71 verið totalt einaráðandi í ár og hevur vunnið allar dystirnar í kappingini og hevur fyri 10 dystir ein málmun á +129, ið gevir eina miðalmálmun á +13 mál fyri hvønn dyst í kappingini. Eitt sera flott liðavrik, ið leikarar og venjarar kunnu vera ernir av.

 

Samanumtikið

Samanumtikið má sigast, at barometurstandurin hjá ungdómshondbóltinum hjá H71 er høgur. Og verður rætt borið at, og ungdómsarbeiðið framhaldandi skipað á sama hátt sum seinastu undanfarnu árini, so er einki at ivast í, at H71 hevur nógv góð hondbóltsár í væntu, bæði innan gentu- og dreingjahondbólt.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com