týsdagur, 22. oktober 2013

Night Cup 2013


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Náttarhondbóltur fyri tey ungu var í Vestmanna.

Aftur í ár skipaði VÍF fyri væleydnaðum náttarhondbólti, tó so at teir yngru hóparnir spældu um dagin og á kvøldi.

Hini, tey 13 og 14 ára gomlu, spældu á nátt. Ikki tí, ljósið í høllini riggaði líka væl sum á degi, men hondbóltssálirnar og avvarðandi sóu dekan linlig út sum frá leið.

H71, eins og í fjør, kláraði seg avbera væl. Tey liðini, sum ikki komu í finalu, fingu nakrar góðar dystir, okkurt avprøvað við
framtíðini í huga, meðan nøkur komu í finalu.

Vit áttu eginliga 5 út av 6 finaluliðum. Vit vunnu tríggjar finalur. Ta einu finaluna taptu vit um brotskastskapping. Tað vóru d14, ið máttu lúta fyri vertunum úr Vestmanna í einum aðramáta sera spennandi dysti.

Gentur 10 og dreingir 10, og dreingir 12 vunnu sínar dystir. Harumframt, í hesum aldursbólkum, eru nógv onnur góð lið, so breiddin er bestemt í ordan.

Fyrireikarnir vóru, fyri føroyingar, óvanliga avgjørdir í sínum dystaravviklingum. Eitthvørt lið visti akkurát, nær tað skuldu spæla, hvørji meðni tað skuldi spæla, og at dysturin byrjaði um 10 sekund líkamikið um nakar var á vøllinum ella ei. Super!

Konsekvensur, 'love it'...

Og skilji eg VÍF rætt, so verður Night Cup eitt afturvendandi tiltak, hvat er at frøast um, sum hondbólturin roynir at hóra undan einum alsamt meiri hóreiggjandi miljónastuðlaðum ítrótti.

So tað er bara at koyra á, øll feløg í felag:)

Vegna H71, takk fyri eitt gott hondbóltstiltak síðsta vikuskifti. Takk fyri, VÍF.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com