24. oktober 2013

Taptu alt til síðst


H71-VÍF: 26-27 (12-12)


Myndir: Álvur Haraldsen og Jan Sørensen

Vit fingu eina dreymabyrjan, men seinastu minuttirnir vóru ein katastrofa.

Samandráttur

Gestirnir runnu aftaná allan dystin, men spurtaðu seg framum í síðstu løtu. 6-0 til H71 tá 9 min. vóru leiktir, ein dreymabyrjan sum tó fánaði burtur so við og við, til tað stóð 12-12 á máltalvuni, tá farið varð til hálvleik. Júst sama søga í øðrum hálvleiki, 5 mál frammanfyri tá 13 min. vóru leiktir, men gestirnir endaðu við at seta brotskast í málið til støðuna 26-27.
 

Um dystin

Tað gekk leikandi lætt fyrstu løtuna, gestirnir tóktust als ikki klárir (alla helst alt ov klárir) og H71 legði seg trygt á odda 6-0 eftir 9 minuttum. Spakuliga fór at javnast, hjá okkum hepnaðist ikki líka væl, meðan tað fór at ganga betur hjá gestunum. Við hálvleik stóð á jøvnum 12-12.

Ein av orsøkunum var helst, at Eli Muller fór út á bonkin og annar málmaður (?) kom í hansara stað. Hetta hepnaðist væl, og hann bjargaði fleiri skotum beinanveg, og hetta tók broddin av okkara monnum, og gestirnir gjørdust meira mergjaðir.

Seinni hálvleikur var tí fyrra líkur, tí tað gekk frágera væl, og vit bygdu okkum eina góða leiðslu. Støðan var 20-15, tá 43 min. vóru leiktir. Hesin munurin helt sær til 8 min. vóru eftir. Hesir seinastu minuttirnir vóru ein katastrofa. Tað er helst heilt natúrligt, og eftir bókini, at royna at drýggja sær tíðina og harvið økja um møguleikarnar fyri at vinna, við tað at klokkan blívur ein viðspælari. Hjá H71 roynist hetta oftast illa, og ein greið leiðsla er mangan farin fyri bakka eftir hesum leisti. Tað er ongin orsøk at broyta nakað, ið gongur væl, og tí kundi man sagt, at H71 bara skuldi spælt soleiðis, sum teir spældu frammanundan. Tað, sum hendi, var, at Bogdan, ið var sera væl upplagdur í kvøld, bleiv mansvardur, og spælskipanin bleiv órógvað. Menn mistu bóltar og blivu óneyvir, spælið bleiv óskipað og uttan brodd ella vilja til álop, og hetta bleiv bara til fyrimunar hjá gestunum, sum eftir stuttari løtu høvdu etið alla leiðsluna burtur, fyri til síðst, tá minni enn 3 sek. vóru eftir, fingu brotskast, sum teir síðani settu trygt í netið.

VÍF hevur Filip og Sámal, sum báðir eru góðir skjúttar. Hetta vita vit væl, og væl varð ansað eftir báðum. Tað eydnaðist at verja Filip, soleiðis at hann ikki gjørdist so skjónskur. Men við tað at so nógv orka bleiv brúkt til Sámal og Filip, bleiv meira pláss til enn ein góðan vestmannaskjútta, Áki Egilsnes, sum gjørdist topskorari við 7 málum.

Samanumtikið, so skuldu vit vunnið handan dystin. At vera greitt frammanfyri við 6 og 5 málum eigur at geva nakað í síðsta enda. Men hetta er tann góða síðan við hondbólti, dysturin er ikki av, fyrr enn dysturin er bríkslaður av. Klára vit at halda konsentratión, halda høvdið kalt og redusera feilprocentið, so fer at ganga javnt framá. Dysturin var alt ikki so galin, men vit hava ikki reiðiliga funnið stílin enn, men tað kemur !!!
 

Hinir dystirnir

KÍF- StÍF: 24-30

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo