leygardagur, 26. oktober 2013

Kyndil vann fyrstu uppgerðina


Kyndil-H71: 23-20 (11-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Spælið hjá okkum gekk onki, tað var stirvið og feilirnir nógvir.

Samandráttur

Fyrsti dysturin í Høllini á Hálsi í ár varð leiktur móti Kyndli í dag.

Høllin hevur staðið undir umvæling í longri tíð, og Kyndlarnir takkaðu fyri við einum sigri á H71. Tað var ikki okkara dagur, Kyndil var broddin frammanfyri at kalla allan dystin, og vit komu ongantíð reiðiliga nær at venda gongdini. Eitt skifti miðskeiðis í øðrum hálvleiki vóru fimm mál á muni.

Dysturin endaði 23-20 til Kyndil.

Um dystin

Vit komu skeivt frá byrjan, spælið hjá okkum gekk onki, tað var stirvið og feilirnir nógvir. Hetta sást eisini aftur á máltalvuni, fyrsta málið kom ikki fyrr enn 8 min. vóru leiktir. Mikudagin vóru vit 6 mál frammanfyri um hetta mundi. Hjá Kyndli gekk heldur ikki ov væl, men teir fótaðu sær kortini skjótari enn vit og byrjaðu at leggja sjógv ímillum. At spælið yvirhøvur gekk striltið hjá báðum liðum sæst av støðuni tá 28 min. vóru farnir, støðan 10-6 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 11-9.

Annar hálvleikur byrjaði við meiri ferð, tað sá út sum at menn vildu meira, men spælið gjørdist ongantíð avgerandi betur. Tað lá betur fyri hjá Kyndli, teir vildu líkasum eitt sindur meira. Eina løtu miðskeiðis í hálvuni vóru kyndlarnir frammanfyri við 5 málum, og tað var tíðliga greitt, at vit helst ikki fóru at venda gongdini. Dysturin endaði við einum sigri til vertirnar uppá 23-20.

Um vit taka styrkirnar hjá Kyndli, so var David Edvardsen ein støðug hóttan. Hann skoraði 8 mál. Eisini haldi eg, at vit mugu nevna miðverjuna hjá Kyndli, hon er tøtt og kontant, og hetta hjálpir væl til hjá málverjanum. So gott sum alla tíðina lupu vit á mitt fyri, júst har verjan hjá Kyndli er sterkast, sjálvt í mest pressaðu støðum varð lagt á har, tað var mest fyri. Vit opna ov lítið úti við vengurnar, og tá alt spælið trunkast saman um miðjuna, tá er ringt at fáa nakað strikuspæl at koyra.

Aftur í dag spældi Bogi ein branddyst, og stuttligt er at síggja, hvussu væl tað liggur fyri, og ta menning, sum hevur verið hetta seinasta árið. Vanliga spæla Birgir og Hallur á miðjuni, men Jónas Djurhuus er byrjaður at loysa av, og í dag lá heilt væl fyri, spælið kom at koyra væl betur tað løtuna, hann var inni. Tróndur Arge á høgra vongi gjørdi tað eisini gott, og tað hevur hann eisini víst fleiri dystir undan hesum.

Samanumtikið, so man hetta fara at vera ein av okkara heldur verri leiktu dystum í ár. Hetta kunnu vit vænta nakrar ferðir, men tað er ikki at falla í fátt av hesum. Vit mangla bara at finna rætta stílin, tað manglar lítið í, og tað skal nokk koma. Mest umráðandi er sjálvir at trúgva uppá tað !!!

Órógvandi áskoðarar: vit vita øll, at tað er tørvur á dómarum, og at hetta er ein stórur trupulleiki fyri hondbóltin sum heild. Tað er forkastiligt at síggja og hoyra áskoðarar rópa og ýla um dømingina, hetta hoyrir ongastaðni heima, og ein burturvísing av teimum ógvusligastu hevði helst verið uppá pláss.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com