sunnudagur, 27. oktober 2013

Nú má vera nokk: ein sigur, takk!


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað ræður ikki um at busa framá, tað er ov bygdasligt, heldur Agga.

Vit eru ein dyst ella so frá oddinum, so enn er ov tíðliga at skilja seyðirnar frá geitunum. Og við so dansandi óstøðugum avrikum frá okkum og okkara mótstøðuliðum í fremstu harradeildini, ber slettis ikki til.
Mest svikaliga liðið higartil er kanska H71, meðan KÍF tað minst svikaliga. Og tað eru júst hesi lið, hesi finalulið, ið hittast sunnudagin kl. 16 í Hoyvíkshøllini.

Meiri klassiskt gerst tað ikki. Uppgerðin millum tey bestu liðini farnu árini--og so vikudagurin og klokkutiðin: sunnudagur klokkan 16... og so í nýklakta hondbóltshøvuðsstaðnum, Hoyvíkshøllin.

Inntil fyri hálvumøðrum ári síðani ótu vit kollfirðingar til morgunmat. Altso, teir kommunufelagar, ið dittaðu sær at venja hondbólt fyri síðani at bjóða av í dysti. The cheek!
Tó, um ikki so nógv ár verður morgunmatartíð aftur. Tað er so altíð okkurt. Til tað hava vit ov nógv hondbóltslig ting, ið bara koyra fyri okkum. So, tol og annað gott til vit faktiskt gera bart og droppa havragrýn og rugbreyð til morgunmat.

Fyri tað skylda okkara AA-leikarar sær sjálvum og okkum at gera ein øðrvísi vørr sunnudagin í Hoyvíkshøllini. Staðurin, sum vanliga er ein ókomandi skansi fyri tey lið, ið billa sær inn, at tey kunnu vinna á okkara heimavølli. Soleiðis, koma til Hoyvíkar og... nápa stig.
Áðrenn hesar báðar heimadystir í hesum kappingarári hava vit ikki gjørt annað enn vunnið seinastu tvey árini undantikið ein ósigur og ein javnleik, báðar ímóti KÍF.

Vit hava spælt tríggjar dystir á útivølli. Tveir væl spældir, bæði taktiskt og tekniskt. Gott hondbóltsspæl. So gott, at ein og hvør hevði tapt ímóti okkum; eisini KÍF, men knapt.
Hin 3., tann ímóti Kyndil, puha!, tað var sum um, at ergrilsið frá VÍF-dystinum enn sat í okkum. Spell, tí hasi stigini geva líka nógv sum tey ímóti VÍFarnum, vit ikki fingu. Hondbóltsliga høvdu vit uppiborið betur, men manglaðu endaliga nervan, tá ið á stóð. Jepp, óvanligur retorikkur, tí vanliga er tað effinett í spentum løtum, vit brillera, ikki minst ímóti vestmenningum.
Og við fimm dystum íalt gevur tað tveir heimadystir, VÍF-dysturin tann eini og seinni. Fyrsti var ímóti Neistanum, har vit spældu, ja, lat meg bara siga, at tað var ikki vanligt at spýta í glasið eitt miðvikukvøld. Hetta var strikan í rokningini. Jú, teir eru gløggir og seigir, Ákasa menn, men halló: at lata seytjan ára gamlar jassar skora eitt tylft ella so ímóti okkum er ikki í lagi.

Men skít, tí tað ræður ikki um at brusa framá, tað er ov bygdasligt, hugsi eg. Tíansheldur er tað um at toppa, tá ið tað kemur til skarpskeringar, tá ið tað kemur til at skaffa sær tað eina finaluplássið, væl at merkja, um tað enn er skutilsgivið.

Eg veit, vit vita, ja, tit vita, at við tí røttu dystarætlanini, og megna vit at varðveita neyðugt miðvísi og enda okkara álop kvalifiserað og renna aftur, renna aftur!, tá eiga vit at vinna slíkan dyst, tí teirra etableraða álop er miðal. Tað er ongin, ahem!, skandala, at tapa, men standa vit KÍFsa stríðsvilja kurl og taka rættar avgerðir, sum dysturin frá líður, so hava vit ein góðan kjans at, longu nú, blanda okkum í toppin.
So tað er at avslutta og fáa hatta skoringsprosentið upp, skjótt og beinleiðis álopsspæl. Áleikandi og bersøgið verjuspæl, eina miðverju, samtíðis sum vit krossa alt, ið krossast kann, fyri at útvísingar favorera hondbólti, ikki glíming.

Kollfirðingar eru suverenir, men vitonnur daga ein andaligan aldudal, sum lúnskt hevur hug at troka seg inn í psykuna hjá hesum óvinniliga kollfjarðaliði sterkt kryddað við... øðrum enn kollfirðingum.

Men við Gud okkara leikarir hava tørv á tykkum, tí svørtu fjepparafjøldini, óansæð um vit eru afturút við nøkrum málum ella føra við einum. Tað er sjáldan, at vit kiksa felt ímóti betri liðum, vit eiga at vinna á.

Koyr á Hoyvík, koyr á!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com