sunnudagur, 3. november 2013

Superkanónin hjá Bogdan gjørdi av við føroyameistararnar


H71-KÍF: 28-25 (15-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jóanis Nielsen/jn.fo & Jan Sørensen

Heili 17 mál av 28 var íkastið hjá Bogdan Florea.

 

Samandráttur

Fyrsti dysturin móti KÍF í hesum kappingarárinum endaði við einum sigri til H71. H71 hevði munin tað mesta av dystinum, eitt til tvey mál fyri tað mesta. Eitt skiftið í øðrum hálvleiki førdi KÍF við 20-19, men H71 megnaði at venda gongdini og vann at enda við trimum málum við úrslitinum 28-25.
 

Um dystin

Nakað líknandi dystinum móti VÍF, so fingu vit eina dreymabyrjan. Fýra minuttir leiktir og støðan 3-0 til H71. Hetta vardi tó ikki leingi, so byrjaðu teir reyðu at elta, leiðslan svann og javnleikur 5-5, tá 10 min. vóru leiktir. H71 legði seg tó aftur framum, stundum eitt mál og stundum tvey mál. Við hálvleik var støðan 15-13 til H71.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri, H71 fekk skjótt tvey mál og munurin øktist til 17-13, fýra mál á muni. So fingu kollfirðingar trý skjót mál og støðan aftur 17-16 og bert eittans málið á muni. Vit kunnu siga at eitt slag av dystarkrisu kom beinanveg eftir, at vit komu upp á 4-mál í leiðslu. Hetta er ein av stóru veikleikunum hjá H71 sum lið. Vit gerast ókonsentreraðir av ov stórari leiðslu, og tað tykist sum at fýra mál er nokk til at útloysa fyribrygdi. Vit fóru at koyra í tómgongd, og hetta endaði alt við fýra útvísingum uppá 10 min., dysturin var um at venda. Lukkutíð eydnaðist KÍF bert at koma uppá javnt og halda eina eitt-máls leiðslu (20-19) í ein góðan minutt. Tað bragdaði aftur hjá H71, og tá 11 minuttir restaðu í vóru fýra mál á muni, H71 førdi 24-20. KÍF venjarin tók eitt timeout. H71 førdi við fýra málum, og útlitini til at vinna vóru góð. Spælið varð bríkslað í gongd aftur, og tað sást sjónliga, at menn aftraðu seg við at loypa á, og heldur vildu spæla tómgongdsspæl fyri at fáa tíðina at ganga. Hetta megna vit illa, og skjótt var støðan hættislig, støðan 24-22, og spælið var steðgað upp. Í fyrra hálvleiki hevði Ári staðið ein branddyst, men nakað inn í seinna hálvleik kom Tóraldur inn at standa, og tað seinastu løtuna bjargaði hann okkum dystinum, ferð eftir ferð vardi hann fyri og forðaði fyri, at gestirnir fingu mál. Dysturin endaði 28-25 til H71.
 

Bogdan Florea

Hann var ein flúgvandi kanón í dag. Tá dysturin var av, hevði hann skotið 17 mál. Eitt megnar avrik, sum ikki gerst minni av, at spillið var nærum onki. Mett verður, at hann skeyt 20 ferðir uppá mál, og 17 ferðir gjørdist mál. Skoringsprosentið var sostatt um 85%, sum er nærum óhoyrt.

Tað sást beinanveg at hann var sera væl upplagdur, har var vilji, nærlagni, uppfinnsemi, lopstyrki og skotkraft alt í einum og sama persóni. Tað fær neyvan verði betur.
 

Málmenn

Hetta var avgjørt besta avrik í ár hjá okkara málmonnum. Báðir tveir spældu framúr væl. Líka so stóran týdning, sum Bogdan hevði fyri álopsspælið, líka stóran týdning høvdu málmennirnir báðir fyri verjuspælið.

Verjan hjá okkum var avgerandi betur í dag, enn hon hevur verið leingi, og møguliga var góða avrikið hjá málmonnunum eitt prógv um hetta. Í álopinum var Bogdan nakað heilt fyri seg, okkurt var tó at skriva um, men ein slíkan dag lata vit tað fara.

Venjararnir skulu hava rós fyri fyrimyndarliga góða spælskipan, nógvar og skilagóðar útskiftingar, og væl útroknað brúka av spælistyrki ígjøgnum allan dystin.

Kollfirðingar hava eitt gott lið, og tað skal verða løgið, um teir ikki aftur í ár munnu fara at teljast millum tey ovastu liðini. Spælstyrkin er óvanliga breið. Allir menn eru góðir, og skotstyrkin er breið. Har nyttar lítið at taka ein út, tí teir eru so nógvir, sum eru góðir. Tað eru so nógvir dystir og so nógvar atsóknir í einum heilum kappingarári, at tað er samanlagda miðalstyrkin, sum avgerð alt í síðsta enda, og um ikki okkurt heilt serligt ger seg galdandi, so verða kollfirðingar eitt av teimum trimum liðunum, ið at enda koma at mynda kappingina um finaluplássini.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com