mikudagur, 13. november 2013

D18 í Hoyvíkshøllini fríggjakvøldið


Skrivað hevur: Anna Dam

D 18 H71 - Víf kl. 19.15 fríggjakvøldið tann 15/11-2013 í Hoyvíkshøllini.

Dystirnir millum hoyvíksdreingirnar og dreingirnar úr Vestmanna í árganginum ´95 og ´96 hava altíð verið sera spennandi og tættir. Liðini hava uppá skift vunnið FM heitir og steypafinalur tey árini,tey hava leikt ímóti hvørjum øðrum.

Fríggjakvøldið hittast liðini fyri fyrstu ferð í ár, og vit vænta okkum eina tætta og spennandi uppgerð við Víf, ið møtir við nógvum leikarum, sum eisini spæla í Atlantic Airways deildini - so sum Tóka Seloy og Niklas Simonsen í málinum, Julian Olsen og Hanus Christofersen og ikki minst stórskjúttanum Áka Egilsnes.

Hóast vit hava eitt yngri lið, so hava vit nógvar góðar spælarar at dúva uppá, og vænta vit, at okkara dreingir fara at megna at geva vestmenningum skarpan gang. Aksel er klárur í málinum, og við føroya hægsta strikuspælara Poul Simun (202 cm ) og við Andor, Ólavi og Beinir í verjuni, so eiga vit at kunna tryggja ein spennandi dyst. Pætur, Djóni, Jónas og Oddur ganga vanliga á odda í álopinum, og teir eru allir klárir til dyst.

Umframt teir, sum eru nevndir omanfyri, leika hesir á D 18 liðnum hjá H71 : Súni, David, Kári, Elberg Elias, Magnus, Andrias, Hilmar Leon, Høgni og Rasmus.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com