sunnudagur, 10. november 2013

Gott fyri tað mesta tá vit vunnu á StÍF


H71-KÍF: 28-25 (15-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Samandráttur

Fyrsti dysturin í ár var júst ímóti gestunum av Skálafjørðinum. Ta ferðina vunnu vit tepurt við einum máli, og dysturin var reiðiliga javnur. Samanbera vit við dystin í dag, so kunnu vit siga at her var minni spenningur, og tað lá líkasum í luftini, at hetta fór at enda við tveimum stigum til H71. Dysturin gjørdist soleiðis ikki nakar gysari, sjálvt um vit vóru líka við at tveita alt fyri borð stutt fyri leiklok. Dysturin endaði við einum tveymálssigri til H71, 31-29.
 

Um dystin

Vit løgdu okkum á dystin frá byrjan, og vóru frammanfyri allan dystin á tamb. Eina løtu í fyrra hálvleiki var H71 frammanfyri við 5 málum, men tá hálvleikur var, stóð 13-10 á máltalvuni.

Fimm minuttir inn í annan hálvleik var støðan 17-10, og hesin munurin helt sær meira ella minni til 10 minuttir vóru eftir, men tá var munurin øktur til 27-18, ella við níggju málum. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at hetta er vandamikið fyri H71, hetta at vera frammanfyri við nógvum málum. Vit missa konsentratiónina, og so er tað sum skalvalop, tað glíður bara ein veg, og ringt er at steðga vandamiklu gongdini. Hetta er í hvussu er nakað, vit eiga at arbeiða nógv meira við, at byrgja fyri, at hetta hendir, og at hava mannagongdir fyri, hvussu vit steðga skeivu gongdini í slíkum støðum. Í dag kunnu vit siga, at tað var hepni, at leiðslan var heili níggju mál, tí har var ikki nógv at geva av til síðst. Vit megnaðu at halda leiðsluna, og dysturin endaði við 31-29 til H71.

Annars var tað so sum so við hondbóltsspælinum, tað var meiri einstaklingaavrik, sum myndaði dystin í dag. Fyrstu løtuna sóu vit ein væl upplagdan Rúna Højgaard, sum rennandi lætt skoraði tey fyrstu málini frá vinstra bakki, meðan Bogdan spældi á høgra bakki. Hetta var helst gjørt fyri at ørkymla taktiska uppleggið hjá gestunum. Seinni býttu teir um til síni vanligu pláss.

Tað var sostatt Rúni, sum var ágangandi fyrra partin av dystinum, meðan Bogdan spakuliga gjørdist meiri og meiri sjónligur, sum dysturin leið. Vongspælið var so sum so, meðan Sigmundur Nolsø var sum ein bjørn frammi á strikuni, og skoraði fimm mál. Í verjuni stríddust menn væl, Sigmundur Dahl og Bogi vóru sjónligir, meðan Ári aftur í dag stóð avbera væl í málinum.

Tað er ikki so nógv at siga um gestirnar. Teir vóru heldur tamir í dag. Sveinur kom ongantíð reiðiliga í gongd, sjálvt um tað blivu til seks mál. Spælið er nógv skipað eftir honum og átti at givið øðrum meiri rúm at spæla í, men skotini vóru heldur óneyv í dag. Alexandur Johansen var aftur at síggja á liðinum í dag sum avloysari, tá Marius skuldi út at fáa hvíld.

Við sigrinum í dag hava vit otað okkum upp á eitt triðjapláss við 8 stigum. VÍF og KÍF hava 10 stig og liggja nummar eitt og tvey.

Spennandi verður í næsta umfari, tí tá leika Neistin-H71, og VÍF-KÍF.

Málini: Bogdan: 10, Rúni: 6, Sigmundur N: 5, Bogi: 3, Hanus: 2, Jónas: 2, Sigmundur D: 1, Tróndur: 1 og Andor: 1

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com