hósdagur, 14. november 2013

KÍF, ikki VÍF, ber yvir í oddinum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Forsíðumynd: Álvur Haraldsen

Kollfirðingar hava nú spælt tveir truplar dystir í Vestmanna, og nú er liðugt fyri teirra viðkomandi at spæla landskappingardyst í Vestmanna.

Úrtøkan hevur verið optimal. Nakað, vit kunnu staðfesta eftir enn ein sannførandi sigur gjárakvøldið. Kollfirðingar vundu úr grannunum í einum dysti, nógv kanska høvdu væntað, fór at enda við sigri til ein blá-gulan ruddingartraktor í formi.

VÍF hava fingið nógv stig seinastu vikurnar eftir eina trilvandi byrjan, meðan KÍF tapti fyri hoyvíkingum herfyri. Sostatt var tað ikki heilt pillbýtt at rokna við, at vestmenningar hildu fram á sigurskós.

Men akk! Aftur hesaferð megnaði Gerster og hansara leikarir ikki at basa Jónsson og hansara rutineraða herlið. Úrslitið var 31-26 til útiliðið.

H71 og Kyndil eru tí einastu lið, ið hava fingið bilbukt við kollfirðingar. Og hóast onkrar rivur eru at hóma í hesi, á sinni, ógjøgnumtreingjandi byrging, tá er so lítið at fara eftir, at tað er ivasamt, hvørt nakað annað lið fer at tapa fyri kollfirðingum í ár.

Tvey stig mangla í til tess at koma upp á eitt flott annaðpláss í AA-deildini. Hesi kunnu fáast til hølvdar ímóti Neistanum í Høllini á Hálsi nú sunnudagin klokkan 16.

Spennandi verður, tí síðstu ferð taptu vit ímóti einum vælspælandi Neistaliði. Men spíla vit okkum út og aðramáta fylgja leikætlanini hjá bonkinum, ja, og stríðast sum inn í BIIIIP, tá ber til at vinna á teim bláu úr Havn.

Á hin bógvin kann sigast, at eisini Neistin má vera toppmotiveraður, tí teir mangla eisini bara tvey lúsa stig fyri at koma upp á eitt deilt annaðpláss.

Spennandi verður, so møtið upp, allir hondbóltshugaðir hoyvíkingar!

Koyr á H71!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com