týsdagur, 26. november 2013

H71 - Team Klaksvík


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Savnsmynd

- verjan hevur verið ok í seinastuni, málmennirnir super, so koyr nú á álopsmaskinuna!

Sum vit traðka inn í jólamánaðin, og flestøll byrja at gira seg til hesa fjálgu hátíð við hugnaligum familjudámi, er hondbóltur á skránni.

Hesuferð er tað heimavøllur, og hesuferð fáa vit vitjan av klaksvíkingum. Í mun til fyrr verður treyðugt nakar trupulleiki at fylla høllina við spenningskendari heimafjøld, tí Team Klaksvík kemur til Hoyvíkar við bensini í motorinum.

Fyrst bastu teir Kyndil, faktiskt smudru teir av. Hetta á heimavølli. Men so vunnu teir ein uppibornan sigur á einum Neistaliði, H71 hevur havt grúuligar trupulleikar við seinastu tvey árini, og hetta á útivølli.
Hetta er tí ein hópur kjokkfullur av sjálvsáliti, og tá ið teir so styrkja seg so hvørt og víðka um hópin, klára teir ivaleyst betur at halda tørn tvørturígjøgnum dystin, hvat annars hevur verið ein bági--um ikki bágin!

Vit liggja, jólunum líkt, fjálgt í tabellini. So plagar at vera, og hetta er góður stílur. Vit liggja á einum triðja plássi, eitt stig aftanfyri annað FM-finaluplássið, har VÍF er, og so KÍF, ið hevur besett 1. plássið.
Hatta plássið er kanska kaprað, tí teirra sannførandi sigrar ímóti VÍF og Kyndil, annars FM-favorittar, vóru sera sannførandi. Tó, teir eru ikki meiri suverenir enn so, at vinna vit okkara dyst sunnudagin, tá eru bert lúsa trý stig upp til kollfirðingar.

Tó, fyri at so mikið sum byrja at droyma um eitt líkindaúrslit í ár, aftur í ár, tá mugu aðrir enn Bogdan, og lutvíst Bogi, traðka í karakter í álopspartinum. Nógvir tykkara hava nú spælt í nøkur ár nú, og tað eru teir ungu, ið skulu lena seg at tykkum, ikki øvut.

Tað eru altso tit, sum skulu taka ábyrgd. Spæligleði, hálvhernaðarligur stríðsvilji og álit á egnar førleikar og liðfelagar eru vinnara-ingrediensir. Tað gevur seg sjálvt, sjávlt fyri ein hondbótlsananfabet sum meg.
Vit hava so nógvar ungar menn, læruviljugir og tekniskt finurligir í ovurmát, so tað er at slætta teimum veg.

Men annars er spenningur um annaðplássið, big time. Fýra stig skilja fimm lið. Meiri hektiskt gerst tað ikki. Ikki heilt ólíkt Premier League í ár, har toppurin er ein stórur og óstøðugur ellibiti við.
(Norðurlondonbúgvar eru á odda, men tað er bara ein spurnignur um tíð, januar ella mars, áðrenn teir verða avdúkaðir fyri hvat teir eru: nakrir óvitar.)

Men dekan stuttligt, at hesar kappingar eru so javnar í júst sama ári.

So, enn sum altíð, vilja vit í H71 heita á allar hondbóltshugaðar hoyvíkinar stuðla lokalumráðnum við at koyra á liðið.
Tíðspunktið er klassiskt, sunnudagur kl. 16, og staðurin er við at blíva tað:)

Drív á H71!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com