sunnudagur, 1. desember 2013

Tryggur sigur hóast ivasamt avrik


H71 - Team Klaksvík: 30-25 (14-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Konsentratiónin hjá okkum er minni í dystum, sum sýnast lættari, og hetta sást eisini í dag

Samandráttur

Vit vunnu við fimm málum, men dysturin var ein av okkara heldur vánaligu. Soleiðis sum møguleikarnir vístu seg, so áttu vit at havt bundið fyri longu tíðliga í fyrra hálvleiki. Fyri tað mesta lógu vit 1-2 mál frammanfyri, og tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at vit fingu eina góða leiðslu. H71 vann dystin við 5 málum 30-25.
 

Um dystin

Team Klaksvík hevur staðið seg væl betur í ár samanborið við í fjør. H71 hevur fyrr havt trupulleikar við Team Klaksvík, og vóru teir fyrstu, sum máttu leggja rygg til eitt tap ímóti klaksvíkingum. Gongdin hjá gestunum hevur verið at teir klára at fylgja við í fyrru helvt og nakað út í seinna hálvleik, men so plagar at skrædna.

H71 hevur ein trupulleika við tað, at konsentratiónin er minni í dystum, sum sýnast lættari, og hetta sást eisini í dag.

Uttan at fara í smálutir, so leikaði javnt á líka til 10 min. vóru eftir. Hálvleiksstøðan var 14-13 til H71, og frástøðan millum liðini var ongantíð størri enn 3 mál. Eina løtu seint í fyrra hálvleiki var Team-Klaksvík á odda við einum máli.

Fyrstu løtuna vísti Ári framúr málmansspæl og tók nógvar bóltar. Í framrættaða spælinum vóru alt ov nógvir feilir gjørdir. Upplagdir málmøguleikar vóru sløsaðir burtur, tí menn ikki gjørdu sær ómak við skotunum. Hetta er so ómetaliga keðiligt, tí hetta, so gott sum hvørja ferð, varð straffað við einum kontramáli.

Yvirhøvur kunnu vit siga, at hetta ikki var nakar vælleiktur dystur frá okkara síðu. Vit fáa ongantíð reiðiliga spælið at koyra, hvørki í verju ella álopi. Um verjan klárar at gerast meiri fokuserað, hetta at menn eru klárir, fáa ró og síðan skipa spælið frameftir, so man fara at líkjast.

Spælið er enn nakað stirvið um miðjuna, men á dómaraseðlinum sæst, at málskjótarabreiddin er vaksandi, og tað er at fegnast um.

Hallur og Birgir vóru aftur at síggja á liðinum, meðan Esbern, eftir bert 5 minuttum á vøllinum, fekk ein álvarsligan stoyt, soleiðis at nøsin helst er brotin.

Hóast minni góða spælið, so kunnu vit fegnast um tey bæði stigini, vit fingu og sum merkja, at vit liggja nr 3 við 11 stigum og einum dysti minni enn VÍF á øðrum plássi. 8. des. spæla vit júst ímóti VÍF í Vestmanna, og tá kunnu vit veruliga leggja okkum væl fyri í kappingini, um vit vinna.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com