sunnudagur, 1. desember 2013

Hvør spælir, nær og hvar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Um Úrslitatænastuna og so tað at ferðast til dystir hjá okkara ungu(m)

Hetta er síða, skilji eg á lagnum, Petur Even plagar at seta seg frammanfyri við kaffimunni, tá ið hann keðir seg. Typiskt eitt fríggjakvøld. Og eg skilji hann væl, og hann er væl treyðugt eina um hetta tíðsfordrív, tí oftani er Úrslitatænastan hugaligur lesnaður … fyri H71.

Vit eru væl við, tað veri seg í A- og B-bólkum. Um ikki nummar 1, tá nummar 2, ella 3. Og tá ofta við einum riðili av liðum í sama bólki.

Við hesum ber til at gera upp støðuna og okkurt slag av rivaliserandi uppgerð millum feløgini. Kann tykjast heldur infantilt, men hey!, kapping hevur aldri kravt so øgilia nógv offur.

Mest politiskt rætta nýtslan av tænastuni er tó at kunna seg um, nær „mítt“ lið skal spæla næstu ferð; ímóti hvørjum og hvar. Við hesum ber til at leggja ætlanir fyri vikuskiftið, serliga um tú umsitur og hevur evstu ábyrgd av fleiri børnum.

Tað er ikki bara at siga tað, at fáa alt at hanga saman, um tú nú eisini ætlar at fylgja øllum dystunum, allir tínir gullmolar spæla.

Vit royna sum frægast at síggja ALT. Ella, tað siga vit so við børnini. Skil meg rætt, tað er stuttligt at vera saman við teimum. Upp tíðliga ein leygardag, niðan í Magn at keypa sær ein stóran Amerikano, okkurt fólkaheilsuráðisligt til fólkið aftanfyri í bilinum, finna hasa Winehouse-fløguna fram og trýsta PLAY so skjótt sum Altso byrjar.

(Heldur hoyra eina ovurfínkaða og lekra rokkstjørnu av einum alkoholikara enn ein føroyskan miðalklassa skræða seg íhel um innantóm gerandisproblem. Problem, sum fyri ikki so langtsíðani ikki vóru problem … inntil latté-drekkandi snakkiklassin tók yvir og terapeutaði alt samfelagið til potensiell offur, har alt persónligt skal diskuterast, og tín lutur altíð kann forbetrast. Ókey, Amy forkom sær av ólógligum marglætisvørum, men hon livdi eitt flott og produktivt forbrúkslív við einum ørgrynnu av poppperlum.)

Onkuntíð, tó, haldi eg, at vit foreldur ella tey, ið varða at, eiga at lata børnini fara avstað og sosialisera seg í frið. Hitt, foreldranna skumppolitikkur, er ikki bara gott. Lat børnini endiliga klára seg sjálvi handa tíman ella fimm, tað snýr seg um, tí títtum er væl lættari hjá barni at koma saman við liðfeløgum og bygdabørnum uttan okkara uppíbland. Gev teimum tí hasa 20-krónuna við niðan í Hoyvíkshøllina á dystarmorgni, og bið tey finna sær ein bil. Og so kanst tú fara út í urtagarðin, fiksa okkurt úti í garasjuni ella, sum eg, leggja teg aftur og droyma um menniskjasligar akkumulatorar.

Á hin bógvin er tað nú nokkso feitt, kvalitetstíð, haldi eg tað eitur, at fylla bilin við ovmikið av brennievni og koyra avstað við børnunum. Eg elski at koyra til Vestmanna. So frískligt. So lítandi. Og so býr Finnur Koba har.

Eventuelt kanst tú kvissa avkomið í føroyskari landalæru. Nógvir skúlar eru ikki reiðiliga greiðir yvir, enn!, at nakað eitur Heimstaðarlæra og Landalæra, men brúka ístaðin tíðina uppá at tráðspyrja ungfólkið um „hvussu nógv komu í skúla í bili; hvussu nógv rennandi, ella bara gangandi … og grulvandi“.

So slíkur túrur er eginliga eitt gylt høvi at læra børnunum nakað, nógvir skúlar hava gloymt sum føroysk landalæra og landalæra yvirhøvur er farin í ommuna takkað veri „Náttúri og tøkni“, hvørs pensum-bók byrjar við jarðskjálvta, og endar við brekaðum aftaná at hava takklað ónda CO2-útlátið. Fantastiskt.

Eisini er tað ein góður møguleiki hjá vaksnum at koma saman við øðrum vaksnum, soleiðis face to face, og ikki skerm til skerm. Tað er heilt ótrúligt at uppliva fólk tosa ríviliga høviskt og vælmeinandi við hvønnannan í tí, vitonnur skíra „normalar umstøður“, hvat fb og aðrir asosialir miðlar ikki eru. (Forrestin er tað ein misskiljing, tá ið fólk halda seg inna politiska aktivismu við at „dáma“ á feysbukk.)

Burturúr hesum sosialiteti spyrst nógv burturúr, vinalag ella bara dámligt og totalt innihaldsleyst túnaprát. Og venjingarlegur, sum eru minst líka nógv fyri tey vaksnu sum tess, tá alt kom til alt, ynsktu óhapp. Spyr bara foreldrini at árgangi 2000 gentum.

Eg elski  Úrslitatænastuna  :)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com