mánadagur, 2. desember 2013

Gongur fram á hjá G17


Skrivað hevur: anfinnur

Myndirnar eru frá dysti á Skála.

- og vónandi verður tað enn betri.

Vit vóru nakað spent við byrjanini til kappingarárið. Gentur 17, tað gekk onki serligt seinasta kappingarár, og nú eru tær um tann aldurin, har aðrar avbjóðingar og aðrir áhugar gera sítt til, at hondbólturin fer í bakgrundina.

Men H71 gav teimum Petur Martin til venjara, og tað – fari eg at pástanda – hevur givið úrslit. Tær eru farnar at spæla meira hondbólt(!), og so er samanspælið blivið nógv betri.

Umframt vanligu venjingina, so hevur Petur Martin syrgt fyri ymiskari eykavenjing. Og so ikki at tosa um mennaran Oliver. Genturnar siga, at tær fáa nógv burturúr. Kanska kemur ein venjarafrágreiðing seinni nærri inn á hendan partin ;)

Tær hava kanska ikki verið so øðiliga raskar at møta til venjingar, allar. Tað vil siga, í byrjanini. Men seinastu tíðina er betri skil komið á.
 

Higartil

Teir fyrstu fýra dystirnir blivu taptir, nokk so ruddiliga eisini. Men tað var uppiborið, havandi mótstøðiliðini í huga, sjálvandi. Í innleiðandi umfarinum av steypakappingini var ein vunnin dystur og tveir taptir. Síðani bleiv tað ein stórsiður, ein javnleikur, og seinasta leygardag møttu tær Neistanum C í Gundadalshøllini. Hetta C-liðið er gott, og tær vunnu millum annað á A-liðinum hjá Neistanum, teimum, sum vit taptu rættuliga stórt fyri. So vónirnar vóru kanska ikki so góðar (lat hatta standa fyri mína rokning!). Og ta fyrstu løtuna sá tað út til at fara at verða enn eitt tap; Neistin lá mest sum allatíðina framman fyri, og í hálvleikinum var støðan 12-9 til tær. Hetta var eisini uppiborið, tí hjá Neistagentunum riggaði mest sum alt. Okkara gentur klokkaðu fleiri bóltar burtur samstundis við, at tað var so trupult at raka málið. Tó - trý mál, tað var nú ikki øll verðin.

Í seinna hálvleiki var støðan eina løtu 14-11. Men so vendi gongdin. Og so bleiv tað knappiliga spennandi. Øðiliga spennandi: 13-15, 14-15, 15-15, 16-15, 16-16 - og dysturin endaði 19-17 til okkum!

Tað skal sigast, at verjan hjá okkum stóð seg sera væl í seinna hálvleiki. Neistagenturnar, sum annars fleiri ferðir mest sum høvdu spasserað gjøgnum okkara verju, tær blivu steðgaðar. Og nógv av tí, sum slapp í gjøgnum, tað tók Annika í málinum - millum annað eitt brotskast.

Ein pápi segði aftan á dystin, at hetta var best leikti dysturin hjá okkara gentum. Eg eri samdur. Men eg skal eisini siga, at tær eru blivnar betri fyri hvønn einasta dyst, og tí má hesin seinasti vera tann besti! Enn eru bara seks dystir leiktir, so eg eri spentur upp á komandi dystirnar. Hetta eru rósandi orð, ja. Men tey skula tit - G17 - ikki skilja, sum at hetta er gott nokk. Tí tað er tað avgjørt ikki. Tit duga at verja, men tað kann gerast betri - tosið meira saman. Skjótálop er nakað, sum arbeiðast skal við. Fyri ikki at nevna spælskipanir. Og so er tað slett ikki nóg gott, at tað í høvuðsheitum bara er ein leikari, sum skjýtur mál.

Men alt í alt - tit eru á rættari leið
.
---
Tær, sum manna okkara G17, eru: Ása, Fríða, Guðrið B, Guðrið H, Joanna, Linda, Lív, Margret, Sólbjørg og Súsanna. Onkuntíð hjálpa nakrar frá G 14; leygardagin vóru tær Turið og Maria.

G17 hevur enn ongan fastan málverja. Tó Annika frá G14 hevur verið í málinum allar dystirnar uttan ein. Og lat tað verða sagt: hon kemur sera væl frá uppgávuni :) Men komandi vikuskifti er klutur í í steypakappingunum, ti tað fer ikki at bera til hjá Anniku at hjálpa G17. So - enn eina ferð - um onkur góður málverji er harúti og tímir at koma upp í okkara G17-hóp, so er tað sera kærkomið.

Úrslitatænastan hevur sjálvandi eisini yvirlit yvir Gentur 17.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com