týsdagur, 3. desember 2013

Buss-Magni til Vestmanna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Sunnudagin 8. desember kl. 16 er toppdystur á skránni í AA-deildini.

H71 fer at gesta Gerster og hansara óvitum í orustu, sum óivað fer at vera eitt brak av einum hondbóltsdysti. Tað vóna vit so í Hoyvík.

Í hesum sambandi hava vit heitt á Magna um at leggja buss til, og enn sum áður er hann til dystin fús.
Buss-Magni stendur tí koyriklárur uttanfyri Hoyvíkshøllina kl. 14.35.

Við hesum leita vit aftur til gamlar tíðir, tá fólk í álvara komu saman. Alt gott um tað, men tað er nú eisini fyri at fáa so kjokkfult av H71-fjepparum til Vestamnna at stuðla okkara liði, og hervið økja um teirra kjans at spæla ein skilagóðan dyst.

Áður hava vit havt eitt óvanliga gott tak á VÍF, serliga í trúliga týðandi dystum. Síðstu ferð, kanska ikki topp-týðandi ein av salgnum, áttu vit helst at vunnið. Vit vóru betra liðið tvørturígjøgnum dystin, men--sum so ofta fyrr--hava vit ilt við at halda Eina leiðslu, fyri ikki at tala um at økja um hana. Hetta kostaði.

Men annars plaga vit at sita á slíkum dystum. Í ár, og við Gerster á odda, verður tó trupult, men ikki ógjørligt. Sjálvandi ikki.
Trýstið liggur í tann mun á vestmenningum, tí hóast nógvar og ymsar royndir, onkur meiri vónleys enn onnur, er dekan ov langtsíðani hjá teimum síðani teir seinast vóru í nakrari finalu, tað veri seg FM- ella steypafinalu.
Vit hava tí alt og nógv at vinna.

Okkara bonkur og leikarir fara at spíla seg út til og á degnum, berjast fyri svørtu troyggjuni, og um okkara viðhaldsfjøld ger sítt ítarsta at koyra á okkara menn, tá hava vit møguleikan. So bestemt.

Møtið stundvís og fjølmennt, allir H71arir!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com