mikudagur, 4. desember 2013

Coca cola, Steypakappingin


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Komandi dysturin millum H71 2 og H71 3 er ásettur at verða spældur í Hoyvík tann 10. dec. kl. 19.30.

H71 3-liðið er ein blanding av heilt ungum dreingjum 16-spælarum, nøkrum d18-spælarunum og so tveimum ikki heilt ungum monnum, sum gingu á odda, nevniliga Hallur Danielsen og Tróndur Vatnhamar.

Við hesum prakteksemplari av einum eldraráði vann H71 3 í gjár á Neistanum 2, sum var samansett av bæði ungum og tilkomnum leikarum.

H71 3 er sostatt víðari til 2. umfar í Coca Cola-kappingini, og har møta teir H71 2. Hetta verður uttan iva ein undirhaldandi dystur, har nógv stendur uppá spæl hjá H71 2. Tí tapa teir móti H71 3, ádú-ádú, so verður tað seinur dagur at teir fáa tipt Trónd og Hall.

Annars so stóð hetta á portalinum í dag, týsdagur 3. desember:

Coca-Cola kappingin hjá monnunum – tað er steypakappingin í hondbólti – er byrjað. H71 3 hevur vunnið 29-22 á Neistanum 2 og fer tí víðari í 2. umfar av kappingini. Hinir báðir dystirnir í 1. umfari eru KÍF 2-HC Kvívík og StÍF 2-EB. Teir dystirnir skulu verða spældir í seinasta lagi leygardagin 7. desember.

Eina viku seinni, 14. desember, skal 2. umfar vera avgreitt. Í 2. umfari møtast H71 2 og H71 3 og so vinnararnir av teimum báðum dystunum í 1. umfari, sum enn ikki eru spældir.

Í 3. umfari er bara tann eini dysturin, sum er millum vinnararnar av dystunum í 2. umfari. Vinnarin av dystinum í 3. umfari fer so í eitt bólkaspæl saman við teimum sjey liðunum í Atlantic Airways kappingini. Hvussu bólkaspælið fer at síggja út, fáa vit at vita í fyrsta lagi 21. desember.

Finalan í Coca-Cola kappingini er sett at verða leygardagin 9. februar 2014 klokkan 16:00.

Í fjør vann KÍF steypafinaluna 35-26 móti StÍF.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com