sunnudagur, 8. desember 2013

Vit kundu tað sama vunnið


VÍF - H71: 29-27 (15-14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Hóast lítil munur á málunum, so var spælistílurin rættuliga ymiskur.

Samandráttur

Vestmenningar vóru væl upplagdir til dystin í dag, tað sást beinanveg. Teir løgdu seg framum 5-1 eftir stuttari løtu, men so tók ágrýtnið at falla, og dysturin javnaði seg soleiðis, at bert eitt mál var á muni við hálvleik, 15-14. Seinni hálvleikur var javnur allan vegin, og tá 12 min. vóru eftir, var H71 frammanfyri við einum máli, 22-21. Seinastu løtuna hepnaðist ikki væl hjá okkum, og vit mistu tvey stig í teimum seinastu minuttunum. Sigurin kundi líka væl falli okkara veg, vóru vit eitt sindur meira avgjørdir og eitt sindur meira hepnir. VÍF vann dystin við 2 málum 29-27.
 

Um dystin

Burtursæð frá allarfyrstu løtuni, so leikaði javnt á allan dystin. Tó so at VÍF var frammanfyri tað mesta av tíðini. Við hálvleik var bert eitt mál á muni (15-14), og í løtum gloppaði eitt til tvey mál. Nakað fyri leiklok eydnaðist H71 at koma uppá javnt og fara framum, 22-21. So steðgaði líkasum upp, júst tá vit hildu, at nú fór at bera til. Dysturin endaði 29-27 til VÍF.

Heimaliðsmennirnir vóru ógvuliga tendraðir fyrstu løtuna, tað kundi líkst eini øvutari endurtøku av fyrra dystinum í Hoyvík, men hetta kølnaði eftir einum 10 minuttum, so leikaði meiri javnt á. Sjálvt um bert lítil munur var á málunum, so kunnu vit siga, at spælistílurin var reiðiliga ymiskur. Bogdan bleiv mansvardur frá byrjan, og H71 valdi tí als onga striku at hava. Hetta kundi gjørt allan munin, um alt gekk eftir vild. Bogdan hevði 100% av orkuni eftir til annan hálvleik, og Sigmundur Nolsø sat og goymdi kreftir til at sleppa inn. Hetta eydnaðist tó ikki reiðiliga, og vit fingu ikki brúkt hesar møguleikar.

Spælið hjá H71 er ikki líka skjótt longur, ið tað hevur verið, og sýntist sum VÍF hevði lagt seg meira eftir at spæla varierað og skjótt hóndbóltsspæl. Við ongari striku og lítlari breidd í álopinum, so er ringt at koma ígjøgnum. Vit spæla lítið út á vengurnar, og hetta ger at álopsvinkulin er trongur beint um miðjuna. H71 hevur bert ein reiðiligan langskjútta og tá hann er undir vælvirkandi mansverju (hetta er langt frá altíð nakað sum riggar), so er neyðugt hjá okkara monnum at spæla seg ígjøgnum, og tað er ikki altíð, at hetta riggar so væl.

Til tíðir riggaði verjan væl, og høvdu vit fingið hetta at koyra orduliga, so kemur hitt av sær sjálvum. Bogdan og Rúni skutu hvør síni seks mál, og í hinum endanum var Sigmundur Dahl eyðsýndur og sýndi góðan stríðsvilja saman við Boga.

Hjá VÍF manglaði Filip Josic, men tað bilti ikki, tí teir hava ein eyðsýnt góðan skjútta í nr 4. Áka Egilsnes. Hann er sjaldsama beinrakin og ger hetta, at hann er sera vandamikil.

Yvirhøvur sýndi dysturin í dag, at vit eru við í toppinum, tí sigurin í dag kundi líka gott farið okkara veg. Eitt lítið sindur meiri av øllum og vit eru á rættari kós. Vit skulu ikki toppa júst nú, og tað sær bara gott út. Heppið fyri okkum (og kappingina sum heild), at StÍF vann á KÍF.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com